Svar til spurning frá salinum undir panelorðaskiftinum í Leirvík hóskvøldið: ”Hvat gert tú, um tú verður valdur, og…?”

Bergur D. Joensen

 

Undirritaði var spurdur av kirkjuráðslimi m.a., hvat eg geri, verið eg valdur biskupur og kvinnuligur prestur ella uppafturgiftur prestur verður innstillaður av kirkjuráðum til prestaembæti í Fólkakirkjuni. ”Vilt tú so víga og innseta slíkan prest.”

Eg svaraði, sum eg havi ætlað at svara, um fekk eg henda spurning, at lógin loyvir kvinnuligum og uppafturgiftum at gera prestatænastu í Fólkakirkjuni, líkasum lógin eisini loyvir prestum at hava aðra hugsan hesum viðvíkjandi. Eisini legði eg afturat, at biskupur hevur ábygd av, at lógin verður hildin, og hann skal tí syrgja fyri, at slíkir prestar verða vígdir og innsettir í fólkakirkjuni.

Tað vóru ikki øll hetta kvøldið í Leirvíkar missiónshúsi, sum ikki vóru nøgd við hetta svar, tí fólk vilja vita, hvat eg sjálvur vil gera, verið eg biskupur. Eg skilji hetta væl, og skal eg tí royna at koma nærri míni støðu viðvíkjandi hesum máli.

Eg svaraði hóskvøldið meiri yvirskipað, sum eg eisini hevði ætlað mær at svara, tí eg eri ikki helt liðugur við henda viðkomandi spurning. Hetta m.a. tí, at danska lógin viðvíkjandi rætti og skildum hjá biskupi, er tengd at fleiri biskupum, og vit nú bara hava ein biskup í okkara kirkjuskipan.

Men so langt eg eri komin eini støðu, vil eg, verið eg biskupur, ikki sjálvur víga ella innseta kvinnuligan ella uppafturgiftan prest, men lata annan prest, sum vil tað, gera tað.

Hetta er tað greiðasta og tað rættasta at gera bæði ímóti mær sjálvum og ímóti míni kirkju. Tað, ein lærir, hevur sína avleiðing á onkran hátt, hvørt ein er prestur ella biskupur. Í nevnda máli vænti eg at taka hesa avleiðing fyri mítt viðkomandi, og roknar mín kirkja eisini við at eg geri so (tí kom omanfyrisetti spurningur úr salinum).

Fólkatingslógin frá 1947, sum loyvir kvinnuligum prestum, fekk tí eina aðra lóg aftur at sær árið eftir í 1948 ”Lov om Adgang for biskopper til Fritagelse…” um rættindi og skildur biskupsins.

Í samgonguskjalinum hjá verandi samgongu, sum gjørdi leistin fyri yvirtøkuna av fólkakirkjuni, stendur, at kirkjan skal eftir yvirtøkuna vera hin sama kirkjan, sum vit høvdu.

Í hesum sambandi er tað nú mín ætlan, at arbeiða fyri, at rætturin hjá embætisfólkum fólkakirkjunnar má ganga báðar vegir. Lógin má eisini galda, um ein prestur av eini ella aðrari orsøk ynskir umsjón av øðrum presti enn biskupinum. Tá má biskupur, sum tann leiðari hann er, finna loysn, um hesin prestur kennir seg kroystan á einhvønn hátt.

Eg gangi út frá at í eini rúmligari kirkju á fólkakirkjunnar grund ber altíð til at finna loysnir, um viljin er til tað. Tí verandi kirkjuskipan okkara er sera liðilig, um vit vilja nýta hana á skynsamiligan hátt. Mín vilji er, at nú skal alt setast inn fyri ikki at grava grøv fyri øðrum, men at finna varandi loysnir á teimum spenningum, sum hava verið kirkju okkara lítið sømiligir seinastu árini, og sum saktans kunnu vera verandi millum prestar í okkara ”lítlu” fólkakirkju, um einki ítøkiligt verðu gjørt.

Lógin um rætt og skildur biskups er galdandi fyri Føroya kirkju, og hon verður lagað føroyskum viðurskiftum. So verður bara eftir at fáa viljan at umsita hana, sum hon er ætlað: Í virðing hvør fyri øðrum at finna eina gongda leið í tí máli, sum fyri nærum allar biskupparnar (ein undnatikin!) og fyri helst nógv flestu prestar í 1947 var ein samvitskuspurningur.

Vóni, at hetta svar kemur spurninginum nærri, sum settur var mær. Fyrigev mær góðu fundarluttakarar, at eg ikki hevði fyrireika eitt greiðari svar til nevnda kvøld í Leirvík.

Eg vil, hvør so framtíð mín verður í fólkakirkjuni, gera mítt til, at kirkjan verður rúmlig – og tað báðar vegir. At eingin trýstir nakran til nakað ímóti síni sannføring og samvitsku, men at kristilig viðring og kristiligt tol verður víst hvør øðrum. Hevur ein mist frímóði sítt fyri tí, sum hoyrir Gudi til, hevur ein mist andaligu tænastuna á gólvið.

 

PS: Sí eisini svar mítt hesum viðvíkjandi í samrøðu við Dimmalætting.