Sum eg skilji fyrispurning tygara, spyrja tygum um, hvussu tað ber til, at Føroya Tele ikki hevur veitingarskyldu til alt landið, tá tað snýr seg um møguligt framtíðar sjónvarpsvirksemið hjá Føroya Tele, og tá tað snýr seg um fast internetsamband.
Sjónvarpsvirksemi
Tað er rætt, at § 1, b) í fjarskiftislógini sigur, at ?Endamál lógarinnar er at fremja at javngóð fjarskiftistænasta verður veitt um alt landið til somu treytir.? Í § 8 í somu lóg, er tað heimilað landssýrismanninum at veita konssesión undir ávísum treytum. Í 1999 fekk Føroya Tele eina konsessión til sítt fjarskiftisvirksemið frá landsstýrismanninum í vinnumálum. Fylgiskjal 3 til konsessiónina hjá Føroya Tele ásetir, hvat veitingarskyldan hjá Føroya Tele umfatar. Í § 2 í fylgiskjali 3 sæst, at veitingarskyldan í høvuðsheitum bert fevnir um telefoninet og tilhoyrandi telefonitænastur og ISDN og tilhoyrandi ISDN- tænastur. Tá sjónvarpsvirksemið ikki hoyrir undir hesar bólkar, er niðurstøðan, at Føroya Tele ikki hevur veitingarskyldu til sjónvarpsvirksemið.
Á teimum økjum har Føroya Tele hevur veitingarskyldu, arbeiðir Føroya Tele hvønn dag við áhaldandi at liva upp til veitingarskylduna, t.d. við at syrgja fyri at útjaðarin, innan fyri karmarnar av veitingarskylduni, fær somu fjarskiftistænastu, sum meginøkið fær.
Sum partafelag skal Føroya Tele rekast eftir handilsligum fortreytum. Hetta merkir, at har eingin veitingarskylda er, eru tað handilsligar metingar, sum eru avgerandi fyri í hvønn mun og hvar Føroya Tele velur at fara undir annað virksemið - herundir sjónvarpsvirksemið.
Eitt gott dømi um hvussu hetta virkar, er útbyggingin, sum Føroya Tele hevur framt av GSM fartelefontænastuni og útbreiðsluøkið fyri hesa tænastu. So hvørt sum felagið hevur mett tað verða handilsligt grundarlag fyri at víðkað um útbreiðsluøkið, er hetta gjørt. Nú dekka 61 basisstøðir yvir 99 % av teimum bygdu økjunum, og hetta hóast eingin veitingarskylda er á GSM tænastuni.
Hvørt Føroya Tele, um so er, at okkara verkætlan um eina víðkaða Rás Tórshavn gerst veruleiki, eisini fer út um meginøkini, má grundast á handilsligar metingar. Millum annað eisini av tí, at Føroya Tele sambært áðurnevndu konsessión, ikki kann flyta pening frá virkisøkjum við yvirskoti til virkisøkir við undirskoti. Nevnast kann tó í hesum viðfangi, at Sjónvarp Føroya og Føroya Tele arbeiða saman um at gera eina forkanning til tess at lýsa møguleikarnar fyri og kostnaðin av, at ein víðkað Rás Tórshavn loysn kann dekka størri ella allar partar av landinum.
Fast internetsamband
Føroya Tele hevur ikki veitingarskyldu til fast internetsamband. Hóast hetta, hevur Føroya Tele í fleiri ár kunnað veitt kundunum fast internetsamband allastaðni í landinum til somu treytir.
Tórshavn, 6. mars 2002