Omanfyri hálvthundrað bólkar og einstaklingar luttóku á ársins Asfalt. Tað er nógv! Men nógv er ikki orð, ið tú kanst brúka um gestirnar á Asfalt, tí hesir vóru ógvuliga fáir í tali.
Sjálvur kom eg til tiltakið, tá klokkan nærkaðist hálvgum átta fríggjakvøldið. Við inngongina oman ímóti Vágsbotni, skuldi eg framvið ikki færri enn fimm vaktum, áðrenn eg slapp inn á sjálvt Asfalt-øki. Trygdin var í lagi, men innanfyri var manntómt – so at siga.
Myndin á síðuni varð tikin, tá klokkan nærkaðist hálvgum ellivu fríggjakvøldið. Sigast skal, at um hetta mundi spældi Martin Joensen í Miðlahúsinum og Símun úr Kunoy í Futt-tjaldinum, men í mun til undanfarin ár, var Tórsgøta so at siga steindeyð.
Tað sama ber til at siga um fyrrapartin av báðum kvøldunum á Asfalt.
Spældu fyri tómum hølum
Lív Næs og Niels Midjord megnaðu illa nokk at skava 20 fólk saman í Miðlahúsinum – hetta hóast frágera góða fløga teirra er so at siga útseld, umframt at tey hava havt fleiri ógvuliga væleydnaðar framførslur áðrenn Asfalt.
Petur Háberg trio var lítið frægari í so máta. Eini fimtan fólk mundu lýða á teirra tónar, hóast fløgan hjá bólki Peturi, Bet You Are William, hevur selt ógvuliga væl og fingið sera góð skotsmál.
Ársins songrødd, Birita Poulsen, hevði ikki fleiri enn smáar 20 áhoyrarar, men unga daman eigur rós uppiborið fyri ikki at lata seg ávirka av hesum.
Uni Arge og Jensina Olsen, sum bæði høvdu frálíkar framførslur, mundu hava eini 20-30 áhoyrarar hvør til sínar konsertir, hóast tey bæði eru fløguaktuel og væl kend nøvn.
Eitt annað fløguaktuelt navn er Petur Pólson. Hann savnaði umleið fimmti fólk í Reinsarínum, tá hann hugtók við tungum tónum og sangi.
Ivaleyst eru orsøkirnar til fáu gestirnar fleiri. Tíðspunktið spælir uttan iva ein leiklut, tí øll tey omanfyri spældu millum klokkan sjey og níggju. Eitt annað er prísurin, tí ynskti tú bert at hoyra eitt ella tvey av hasum nøvnunum, var prísurin serstakliga høgur. Serliga tí, at einans ein hálvur tími var settur av til hvønn bólkin, og tá so føroyingar av natúr koma minst tíggju minuttir ov seint, so er lítið av tónleiki fyri pengarnar.
Eitt er tó víst; øll tey, ið eru nevnd omanfyri, høvdu uttan iva megnað at savnað fleiri enn fimmti fólk, um atgongumerki til teirra konsert ikki kostaði 350 krónur.
Einki miðpunkt
Ein annar trupulleiki við ársins Asfalt tiltaki var, at festivalurin onkursvegna tóktist at mangla eitt miðpunkt. Undanfarin ár hevur útipallurin millum Hotel Tórshavn og Posthúskjallaran virka sum eitt savnandi miðpunkt, men hesin varð í ár fluttur niðan í eitt lítið hugnaligt tjald Vaglinum.
Frálíka fjølbroytt
Hóast skráin eftir mínum tykki var ov samankroyst, eiga fyrireikararnir tó rós uppiborið fyri at hava megnað at savna so nógv og so ymisk nøvn til tiltakið. Frá Onnu Háberg til Kaj Klein er langur vegur, og frá Doriu-kvartettini til SIC er uppaftur longri. Har í millum lógu eisini skeið, upplegg, mótashow og list av ymsum slag, so tað bar ikki til at koma á Asfalt, uttan at fáa okkurt gott burtur úr.
Við so mongum nøvnum, høvdu fyrireikararnir eisini nærum garanti fyri, at nógv fólk fóru at vitja okkurt tiltak. Og fyrireikararnir fingu eisini prógv fyri, at fjølbroytni er gott, tí tiltøkini við flest gestum var konsertin hjá SIC, Mótashowið hjá Spírum og aftankvirran við Theodor Olsen og Kata.
Felags fyri hesi tiltøkini var, at tey lógu nakað seinni um kvøldið, enn konsertirnar hjá áður umrøddu tónleikarum. Og tað vísti seg eisini, at tess longri komið var út á kvøldi, tess fleiri fólk vóru eisini. Men tíverri gjørdist ongantíð talan um nógv fólk.
Vit høvdu ætlað fingið eina viðmerking frá Jóhannus á Rógvu, fyrireikara av Asfalt, til dagsins blað, men tað lá ikki fyri hjá honum. Henda kemur væntandi í morgin.