Svartfoss hevur maskinskaða

- Svartfoss hevur fingið maskinskaða og væntast tí ikki at verða tøkur aftur fyrrenn síðst í næstu viku, sigur Faroe Ship í dag.

Á Fiskamarknaði Føroya hava tey í dag eina fráboðan frá Faroe Ship. 

 

Her verður sagt, at fráferðin hjá farmaskipinum, Svartfoss, sum ætlandi skuldi verða úr Føroyum til Scrabster í Skotlandi mánadagin 2. oktober, er avlýst.

 

- Svartfoss hevur fingið maskinskaða og væntast tí ikki at verða tøkur aftur fyrrenn síðst í komandi viku, verður sagt í fráboðanini í dag.

 

Tað er Eimskip, ið eigur Svartfoss, sum Faroe Ship leigar.

 

Skipið siglir millum Runavíkar havn og Scrabster, og meginparturin av góðskinum er feskur laksur og annar fiskur.

 

Svartfoss er bygdur í Noregi í 2005. Skipið lastar 2400 tons, harav frystilastin er umleið 1500 tons.