Marknaður
Onkuntíð hevur verið sagt, at tað loysir seg ikki at hava handil við fiski í Føroyum. Kanska halda føroyingar, at fiskur er nakað, tú ikki brúkar pening upp á. Tú veiðir hann sjálvur ella fært hann frá grannanum, onkrum í familjuni ella onkrum, ið stendur tær nær.
Kanska er nakað um hetta, men samfelagið broytist, og tað ger gerandisdagurin eisini.
Eingin marknaður
Føroyar eru fiskivinnutjóð burtur av ja, meira enn nøkur onnur tjóð, vit kenna. Kortini hava vit ongan veruligan fiskamarknað, har leskiligar og feskar fiska-og skeljavørur eru at fáa.
Ein tann frægasti útimarknaðurin í Føroyum til fisk og fugl man vera Vágsbotnur í Havn, har útróðrarmenn stundum bjóða fisk og fugl - til sølu.
Onkur roynir seg við sølu av fiski úr vogni, sum er riggaður til endamálið.
Spyrt tú, hvussu gongur, man ivaleyst vera smáligt við sølu. Tó ikki verri enn tað, at hetta er ein avmarknaður marknaður, sum lív er í.
Samfelagið er lítið, og ein sannroynd er, at nógv onkusvegna fáa hendur á fiski. Kanska er fiski-ella útróðrarmaður í húsinum, og tá er eingin orsøk til, at nóg mikið av fiski ikki hongur á trænum ella er í boksini.
Áhugavert kundi kanska verið við einum meira skipaðum marknaði, har fólk høvdu høvi at bjóða út fisk og fugl, og har viðskiftafólk soleiðis høvdu eitt ávíst úrval at velja ímillum.
Høgir prísir
Í fjør summar vitjaði Sosialurin ein fiska-og grønmetismarknað í Ålborg, har hópin av fiska-og skeljavørum og ymiskum fruktvørum fingust til keyps.
Hetta var sonevndi Rosdahls-marknaðurin í Ålborg.
Tað er altíð áhugavert at ganga á einum slíkum marknaði eina løtu og hyggja at vørum og prísum.
Sum myndirnar vísa, eru prísirnir á eitt nú svartkalvaflaki 180 kr/kg., toskaflaki 85 kr/ kg. og á longuflaki 78 kr./kg. Nevnast kann eisini, at prísurin á eitt nú hummara-sporlum (jomfruhaler) á marknaðinum hendan dagin var heilar 200 kr./ kg.
Vit kunnu leggja aftrat, at hetta eru ikki teir prísirnir, vit kenna í Føroyum, og áhugavert hevði verið hjá teimum, sum troyta sjógvin, at fingið okkurt sum líkist hesum prísum á "borðið".