Fiskivinna
Svartkjafturin er okkum trúgvur og drúgvur.
Hóast føroysk skip ikki sluppu at fiska svartkjaft í ES-sjógvi í vár, hevur hetta eftir øllum at døma ikki havt so stóran týdning hesaferð, tí fiskiskapurin í altjóða sjógvi hevur verið rættiliga góður.
Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sigur, at hevði tað havt viðrað betur, nú
skipini hava roynt í altjóða sjógvi, hevði munurin ivaleyst verið lítil og eingin.
- Men tað hevur viðrað illa, leggur hann dent á, og tað hevur tarnað fiskiskapinum
hjá føroysku svartkjaftaskipunum í vár.
Royna nú í
føroyskum sjógvi
Síðan 10. apríl hava føroysku svartkjaftaskipini roynt í føroyskum sjógvi ? ella í gráu leiðini, teir kalla, millum føroyska og bretska fiskimarkið.
- Vit siga, at hetta er føroyskur sjógvur, meðan bretar siga, at hetta er teirra
sjógvur. Skip, sum hava loyvi at royna á hesi leiðini, hava antin loyvi at fiska í føroyskum sjógvi ella í bretskum sjógvi, sum er ES-sjógvur.
Reiðarin sigur, at enn hevur ikki verið so nógvur svartkjaftur at fingiðí føroyskum sjógvi, men fiskiskapurin plagar av álvara at taka seg uppaftur seinni í hesum mánaðinum, millum 15. og 20. apríl.
- Og eg haldi, at tað sær rímiliga gott út aftur í ár, sigur Kristian Martin Rasmussen.
Hann vísir á, at tá ið føroysku skipini fiska í gráu leiðini, fiska tey inn í føroyskan sjógv og ansa bara eftir tí syðra markinum.
- So, her verður eingin munur gjørdur á gráu leiðini og føroyskum sjógvi annars, sigur hann.
Um somu tíð
Spurdur, hvussu víð gráa leiðin millum fiskimarkini er, sigur reiðarin, at hon man vera einar 10 fjórðingar, har hon er víðast.
Kristian Martin sigur, at so skjótt fiskiskapurin helt uppat í altjóða sjógvi, fekst svartkjaftur í føroyskum sjógvi.
- Christian í Grótinum var fyrstur at kasta í gráu leiðini, men annars komu øll tey føroysku skipini at kalla í senn, sigur hann.
Í fjør byrjaði svartkjaftafiskiskapurin í føroyskum sjógvi um somu tíð sum í ár.
Myndatekstur:
Tað hevur ikki havt so stóran týdning fyri svartkjaftafiskiskapin, at føroysku skipini ikki sluppu í ES-sjógv at royna í vár.
- Hevði tað havt viðrað betur, hevði munurin verið lítil og eingin, sigur Kristian
Martin Rasmussen, reiðari.