Sveinur Justinussen verður uttanfyri í nakrar vikur

Venjarin hjá mansliðnum hjá StÍF, Alexandur Johansen má blanda kortini uttan sín fremsta álopstrumf í heimadystinum ímóti Neistanum, sunnudagin klokkan 16. Farna sunnudag mátti Sveinur Justinussen fara av vøllinum við skaða í dystinum ímóti KÍF í Kollafirði.

 

Sveinur Justinussen segði við Rás2 seinnapartin, at táin er koygt og, at tað ganga nakrar vikur áðrenn hann kann tørna til aftur. Sveinur er tó við gott mót, og væntar hann, at StÍF kann verða omaná, aftaná uppgerðina ímoti Neistanum sunnudagin.

 

Áki Mørk segði við Rás2, at lagið er gott í hópinum aftaná tann minniliga 31-30 sigurin ímóti VÍF í Vestmanna farna vikuskiftið. Hann sær eina menning í teimum spælarunum, sum hava lært nógv hetta kappingarárið.

 

Tað ber til at hoyra samrøðurnar við Svein Justinussen og Àka Mørk undir greinini.