Jacklin Durhuus og Sveinur Justinussen eru ársins spælarar í føroyskum hondbólti í ár.
Hvørgin teirra kundi í ár smoyggja gullmerki um hálsin, men hvør í sínum lagi hava tey verið serstakliga týðandi spælarar hjá sínum liðum.
Neistin skuldi í ár standa seg uttan Barbaru Brauer, og her hevur Jacklin fram um allar aðrar verið hon, sum hevur roynt at tikið við ábyrgdini. Nógvar dystir hevur hon hálvgum einsamøll borið Neista-liðið á sínum herðum, og eingin ivi er um, at heiðurin í kvøld er uppborin.
Og tað er hann so sanniliga eisni hjá Sveini Justinussen, sum aftur í vetur hevur givið fleiri dømi um sínar eyðsýndu hondbóltsdygdir. Størsta einstaka avrikið var kanska, tá hann skeyt ikki færri enn 17 mál, tá StÍF sendi VÍF úr steypakappingini, so at siga í hvørjum tí einasta dysti í vetur hevur Sveinur verið avgjørdi lyklaspælarin hjá StÍF. Eisini hóast hann í nógvum førum varð mansvardur mest sum allan dystin.