Sveinur roknaði við Selvig ella Jojic

Ársins leikari í hondbólti hjá monnum, Sveinur Justinussen, hevði ikki væntað at fáa heiðurin.

Sveinur Justinussen hjá StÍF, sum er vorðin 30 ára gamal, hevur áður vunnið heiðurin sum ársins leikari, men at hann fór at vinna tað aftur í ár kom heldur óvart á hann.


- Eg hevði ikki roknað við tí, men eg helt tað vera møguligt, at eg var ein av teimum tilnevndu. Eg hevði ímyndað mær Nicklas Selvig hjá KÍF ella Filip Jojic hjá VÍF, sigur Sveinur um hvør hann hevði vænta fór at verða kosin besti leikari.


Vit spurdu Svein, hví hann metir at onnur hava valt júst hann til at vera besta leikara í Føroyum í ár.


- Tað mugu vera onkrar dygdir, eg havi - kanska serliga í álopinum. Eg haldi sjálvur, at eg havi havt nakrar heilt góðar dystir, men so hinvegin nakrar, ið ikki hava verið serliga góðir har eg havi verið smáskaddur. Alt í alt hevur tað verið á góðari leið og kanska tey hava mett um heildina, har eg havi skotið eitt sindur sjálvur og eisini spælt til hinar, metir Sveinur.


Hesum tekur landsliðsvenjarin í hondbólti, Kári Nielsen, undir við, tá ið vit biðja hann lýsa Svein sum hondbóltsspælara.


- Sveinur er ein fantastiskur spælari eftir føroyskum viðurskiftum. Tað, sum er við honum fram um aðrar bakkar, er, at hann eisini ger síðumenn sínar góðar. Hann hevur eitt fantastiskt skot, gott yvirblikk og dugir væl at meta um nær hann skal skjóta og nær hann skal spæla bóltin, sigur Kári, sum minnist Svein sum eyðsýndan longu sum 18 ára gamal, men at skaðar mangan hava spælt honum eitt puss.


Kári hevur ilt við at peika á veikleikar hjá Sveini, men:

 

- Hann er lítillátin maður, og tað kann vera bæði gott og minni gott. Minni gott, tí hann kundi sett seg meiri ígjøgnum. Annars hevur hann verið illa skaddur, so fysikkurin hevur tarnað honum. Annars eru dygdir hansara bæði góðar og breiðar, sigur Kári Nielsen.