Sveinur: Táin er helst ikki brotin

Stóra stjørnan hjá strandingum, Sveinur Justinussen, mátti í gjár av vøllinum við skaða, men hann er við gott mót. Bæði tá talan er um skaðan, sum hann fekk í gjar og tá talan er um framtíðina hjá StÍF

Tað ber ikki til at siga, at StÍF hevði vunnið á KÍF í gjár, um Sveinur ikki fór skaddur av vøllinum tíðliga í fyrra hálvleiki. Stinni bakkurin var á vøllinum allan dystin í steypafinaluni, og tá fekk StÍF beinleiðis bank.

Tað var tó eitt heilt annað StÍF lið, sum var á vøllinum í høllini í Kollafirði í gjár. Hóast KÍF vann 29-21, so mundi tað koma væl við hjá Alexanduri Johansen og hinum í StÍF, at fleiri spælarar tóku ábyrgd á seg.
Tí kom tað illa við, tá Sveinur Justinussen í eini roynd at steðga Andriasi Nielsen fór um koll og meiddi sær stórutá.

- Eg havi ikki ilt, men so skjótt eg traðki til, so kemur pínan, sigur Sveinur Justinussen stutt eftir dystin.
Hann hevur eina stóra kúlu undir táini og tað var honum skjót greitt, at hann ikki kundi halda fram eftir samanbrestin.

- Tað var ikki beinleiðis samanbresturin, ið er orsøkin til skaðan. Onkursvegna kemur táin for langt afturav og eg visti rættiliga skjótt, at eg ikki kundi spæla víðari, sigur Sveinur Justinussen.
Hann roynir at traka til og tað sæst eisini á honum, at hann hevur ilt.

- Eg haldi ikki at tað er brotið, Eg fái gjørt røringar við táini, so táin er helst ikki brotin, men er hon tað, so spæli eg ikki aftur í hesum kappingarárinum, sigur Sveinur Justinussen.

29 ára gamli Sveinur Justinussen hevur fyrr havt trupulleikar við øðrum knænum, men tann skaðan merkir Sveinur lítið og einki til fyri tíðina.

- Eitt nú í dag merki eg einki til skaðan. Eg royni at ansa eftir og styrki venji eisini knæið. Tað er ongin vandi fyri, at eg gevist at spæla. Eg spæli til eg eri eini 40 ár um eg kenn, sigur Sveinur Justinussen við einum smíli.

Teir lokalu skulu ganga á odda

Allir spælararnir á liðnum hjá StÍF eru lokalir uttan málverjin, Levi Nybo, sum tó er búðsitandi í økinum.

- Soleiðis dámar mær tað best. Teir lokalu skulu bera liðið, tí tað gevur best møguleikar í longdini. Hin leisturin er royndur fyrr og hann gevur kanska nøkur góð ár av sær, men í longdini er best at hava lokalar spælarar sum eru drívmegin í felagnum, sigur Sveinur Justinussen.
Hann venur saman við øðrum núverandi og fyrrveradni spælarum í felagnum tey yngri liðini. Eitt ungt ættarlið við fleiri góðum spælarum er á veg. Har kunnu millum annað nevnast Pætur Ó. Joensen og Allan Norðberg.

- Tað eru eisini upp aftur yngri spælarar í felagnum, sum roynast væl. Teir eru kanska ikki so nógvir í hvørjum árgangi, men teir hava góðar eginleikar, sigur Sveinur Justinussen.

Hann vísur eisini á, at hóast tað gekk illa í steypafinaluni, so koma royndirnar væl við hjá teimum yngru spælarunum.

Sveinur er vónbrotin av ósigrinum í gjár, men vónar at StÍF framvegis kann koma í FM finaluna. – Tað eru fleiri dystir eftir enn. Vinna vit okkara dystir, so hava vit ein møguleika, sigur Sveinur Justinussen at enda.
Tað er ein løta síðani, at dysturin er liðugur og Sveinur fer haltandi út úr høllini í Kollafirði. Hann er vónin hjá StÍF í ár, og ein stórur partur av FM finaluvónini hjá strandingum avhongur av hvussu stóratá hjá Sveini hevur tað í dag.

trondur@sosialurin.fo

Neistin stóð fyri hvøkkinum

Tað var um reppið, at Team Klaksvík fekk stig móti Kyndli fríggjadagin. Í gjár kom so ein hvøkkur í Atlantic Airways deildini, tá Neistin vann í Vestmanna móti VÍF. Heimliðið var á odda fram til tíðliga í seinna hálvleiki, tá Neistin fór at gera um seg.

Tað endaði við, at Neistin fekk brotskast nøkur fá sekund fyri tíð við støðuni 30-30. Ábyrgdin at skjóta avgerandi brotsskasti fall Teiti Magnusson í lut. Hann var tryggur og tryggjaði Neistanum tvey óvæntaði stig.


Team Klaksvík – Kyndil 26-28 (10-13)
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 8, Zarko Pejovic 6, Beinur Heðinsson 5, Jón Jacobsen 3, Vilhelm Vilhelmsen 3, Dánjal Kjærbo 1
Kyndil: Finnur Hansson 9, Ludvík Súnason 7, Andrias Sólsker 4, Rógvi Dahl Christiansen 3, Høgni Klein Olsen 1, Frank Askildsen 1, Thorvald Abrahamsen 1, Josef Abrahamsen 1

KÍF – StÍF 29-21 (14-11)
KÍF: Niclas Selvig 8, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Andrias Nielsen 5, Tony Weihe 4, Rógvi Weihe 3, Rúni Joensen 3, Ási Dam 1
StÍF: Pætur Joensen 6, Allan Norðberg 5, Jón Rasmussen 3, Marius Joensen 3, Borgar Danielsen 2, Teitur Nilssen 1, Jákup Berthelsen 1
Dómarar: Uni Wardum og Hannis Wardum

VÍF – Neistin 30-31 (18-15)
VÍF: Filip Jojic 14, Joen Pauli Høgnesen 3, Andrias Eriksen 3, Martin Ritto 3, Sámal Hansen 2, Regin Joensen 2, Agnar Joensen 1, Høgni W. Høgnesen 1, Sámal Jákup Djurhuus 1
Neistin: Jugoslav Djumic 12, Rógvi Nolsøe 5, Beinur Davidsen 4, Terji Mørk 3, Teitur Magnusson 3, Herbjørn Lava 2, Torstein Balle 1, Ári Rouch 1
Dómarar: Uni Wardum og Hannis Wardum

Støðan:
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 17 502 386 116 27
2 H71 16 444 402 42 20
3 VÍF 16 449 398 51 19
4 Kyndil 16 411 393 18 19
5 StÍF 17 418 397 21 17
6 Neistin 16 382 411 -29 12
7 Team Klaksvík 16 311 530 -219 0