TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við stórskjúttan hjá StÍF, Sveinur Justinussen, sum hóast hann var mansvardur skeyt heili níggju mál, tá StÍF í gjárkvøldið tapti 25-30 (13-17) ímóti KÍF í Kollafirði.
Sveinur Justinussen dylur ikki, at tað er ræðuliga frustrerandi at blíva mansvardur, sum hann bleiv í gjárkvøldið.
Um orsøkirnar til tapið heldur Sveinur Justinussen, at tað serliga haltar við samanspælinum hjá StÍF. Onkrar dystir hevur liðið víst seg frá sínari bestu síðu, men tað er vorðið ov langt ímillum, at tað hendir.
- Tað vóru ov nógvir persónligir feilir. Í verjuni taldu vit fullkomuliga skeivt, staðfestir Sveinur Justinussen.
Støðan