Sveisiskur elbilur í Genéve

Sveisiska fyritøkan Rinspeed, sum designar, tunar og umbyggir ymisk sløg av bilum, verður á altjóða bilaframsýningini í Genéve í mars við einum heilt nýggjum elbili.

Talan er um ein lítlan elbil til býkoyring við tveimum sitiplássum, sum verður drivin av battaríum, ið kunnu koyra 120 kilometrar upp á eina løðing. Bilurin eitur Rinspeed UC, sum stendur fyri Urban Commuter. Hann er einans 2,5 m langur og hevur eina toppferð upp á 110 km/t.


Rinspeed í Sveis varð stovnað av Frank Rinderknecht í 1979. Teir eru hvørt ár við onkrari spennandi nýggjheit á Geneve Motor Show. Í ár er tað fyrstu ferð í 30 ára søguni hjá bilfyritøkuni, at teir koma á framsýningina við einum elbili