Svensk barnabók er tann besta í Norðurlondum

Ulf Stark og Linda Bondestam fingu norðurlendsku barnabókavirðislønina frá Norðurlandaráðnum fyri bókina Djur som ingen sett utom vi.

 

Tað er ein yrkingabók um djór sum, ja, bara vit hava sæð sjálvi. Ulf Stark, sum andaðist í vár, hevur yrkt, og Linda Bondestam hevur teknað. Ulf Stark telist millum mest lisnu barnabókarithøvundar í Norðurlondum, meðan Linda Bondestam hevur drúgvar royndir sum teknari.

 

Rakel Helmsdal var tilnevnd úr Føroyum, fyri bókina Hon sum róði eftir ælaboganum.

 

Les eisini Tilnevningin er ein stór viðurkenning