Á einum tíðindafundi, sambært svenskum miðlum m.a. SVT, segði hon, at avgerðin er tikin, tí hon sum politikari hevur verið rakt av hatri og hóttanum. Talan er ikki um eina einstaka hending, men um heildarmynd, sigur hon.
– At tú alla tíðina kennir, at tú mást hyggja aftur um teg og ikki kennir teg heilt trygga – ikki einagong heima, segði hon sambært SVT og legði afturat:
– Eg eri nógv meira ávirkað av hesum, enn eg hevði hildið.
Centerpartiet fer at velja nýtt forfólk í november.
Seinastu tíðina hevur eisini í Danmark verið kjak um, hvussu fólkavaldu verða viðfarin, og hvussu vit skulu skal verja trygd teirra og arbeiðsumstøður.