Líkt er til, at Gøran Person, forsætisráðharri, hevði rætt, tá hann herfyri ávaraði um, at ein nýggjur kvinnuflokkur fer einans at hava við sær, at teir borgarligu fáa valdið aftur í Svøríki.
Mánadagin bleiv kvinnuflokkurin formliga stovnaður, og í gjár vísti ein kanning hjá blaðnum Dagens Nyheter, at flokkurin hevði fingið sjey prosent av atkvøðunum og ímillum 24 og 27 av teimum 349 tinglimunum, hevði ríkisdagsval verið nú. Men tað áhugaverda við kanningini er, at næstan allir veljararnir hjá flokkinum høvdu komið frá flokkunum á vinstravonginum. Vinstraflokkurin hevði mist meiri enn 25 prosent av sínum veljarum, Umhvørvisflokkurin hevði mist 17 prosent av sínum, meðan missurin hjá Sosialdemokratunum hevði verið minni.
Verður hetta úrslitið á næsta vali, fer tað at hava við sær, at bæði Vinstra-flokkurin og Umhvørvisflokkurin fara niður um minstamarkið fyri at fáa umboð í Ríkisdegnum, og uttan teirra stuðul missa Sosialdemokratarnir stjórnarvaldið til teir borgarligu.
Júst sum Gøran Persson ávaraði um.