Sverri kom, sá og sigraði

Sundalagsstevnan var í vikuskiftinum, og fyri triðju ferð í hesum kappingarárinum stóð Grand Prix súkkling á skránni. Sverri M. Edvinsson hevði ein góðan dag og koyrdi ein tryggan sigur heim

Súkkling

Sundalagsstevnan var hildin í Hósvík í ár, og tí avgjørdi Tórshavnar Súkklufelag at koyrast skuldi einkultstart. Tá koyrt verður einkultstart fer ein og ein súkklari avstað, og sum oftast er ein minuttur millum hvønn súkklara. Súkklarin hevur onki at meta seg eftir og koyrir í fyrstu siftu kapp ímóti klokkuni. Vinnarin er tann, ið hevur koyrt teinin skjótast.
Koyrt bleiv frá Hósvík, gjøgnum Norðskála til Ljósáir har vent bleiv. Leiðin gekk so sama veg aftur til Hósvíkar. Teinurin er rættiliga góður til einkultstart og teinurin mátaði 35,1 km.

Sverri til dystin fúsur
Tað var ein væl upplagdur Sverri sum setti seg á súkkluna leygardagin kl. 12. Hann traðkaði væl á pedalurnar - koyrdi í einum passaliga tungum geari - og megnaði tí at koyra við einari góðari ferð allan samlan vegin. So væl gekk, at tá hann kom á mál vísti meðalferðin 38,2 km/t, og er hetta eitt rættiliga gott úrslit á einum so langum teini.
Sigurin hjá Sverra var tí tryggur og vann hann við umleið 2 minuttum á nr. 2, sum gjørdist Eli Christiansen.
Eli koyrdi eisini væl í góðveðrinum leygardagin. Silvurið leygardagin var triðja silvurið sum Eli hevur ognað sær í Grand Prix kappingingunum higartil, og liggur hann nú á odda við 102 stigum.
Bronsuna fór Esmar Joensen við, og hann súkklaði teinin uppá 58 minuttir. Við triðja plássinum tryggjaði Esmar sær 30 stig og liggur hann nú samanlagt á einum deildum 2. plássi saman við Gunnar Dahl-Olsen. Báðir hava teir 80 stig.

Børnini koyrdu eisini einkultstart
Teir yngru súkklararnir koyrdu eisini einkultstart, men var teinurin væl styttri enn hjá teimum vaksnu súkklarunum.
Teinurin var stuttur, men sanniliga var hann tungur fyri luttakararnar. Koyrt bleiv frá vendiplássinum hjá bussleiðini og langt niðan í bygdina - til norðasta rulluportrið - og oman á mál aftur. Teinurin var umleið 1,5 kilometur.
Aftur hesa ferð gekk væl hjá Hans Krosstein og enn eina ferð vann hann ein tryggan sigur í bólkinum 12 til 14 ár.
Í bólkinum 9 til 11 ár mátti vinnarin á Eystanstevnu taka til takkar við einum 2. plássi eftir at Finnur Mellemgaard fór við sigrinum. Tætt var tó millum Finnur og Rana, men munin átti Finnur sum vann við trimum sekundum.
Kappast verður longu aftur á Jóansøku, og tá stendur Býarkoyring á skránni. Koyrt verður millum annað á tiltiknu Krosslábrekkuni.
Børn og ung sleppa eisini at royna seg. Telmelding verður á staðnum, og lýst verður í Jóansøkuskránni nær kappingin byrjar.