Einasta umboð úr Danmark, sum megnaði at koma í A-finalu í Evropameistarakappingini í Italia var 27 ára gamli miðvingurin, Sverri Sandberg Nielsen, sum umboðar Danmark.
Men tað eydnaðist honum ikki at endurvinna gullið, tí týskarin Oliver Zeidler var hin fyrri um málstrikuna. Sverri Sandberg Nielsen kom á mál við tíðini 6:49.97.
Hinvegin kundi Sverri Sandberg Nielsen heingja sær silvurmerkið um hálsin í finaluni í norðuritalska býnum Varese.
Oliver Zeidler úr Týsklandi var eitt gott sekund skjótari enn Sverri Nielsen. Natan Wegrzycki-Szymczyk úr Póllandi fekk bronsu.
27 bára gamli miðvingurin byrjaði væl í finaluni, tá hnn eftir fyrstu 500 metrarnar var nummar tvey eftir týskaran.
Við millumtíðinum við 1000 og 1500 metrar var grikski Stefanos Ntouskos farin fram um Sverra Nielsen, sum tá var nummar trý. Men í endaspurtinum megnaði grikkin ikki at fylgja við, meðan Sverri Nielsen klára at halda sítt tempo.
Umframt EM gull í fjør hevur Sverri Nielsen eisini HM-silvurmerki frá 2019 í einskullararógving.
Tíðirnar hjá teimum seks finalistunum vóru annars hesar:
1. Oliver Zeidler (GER) - 6:48.86
2. Sverri Nielsen (DEN) - 6:49.97
3. Natan Wegrzycki-Szymczyk (POL) - 6:51.85
4. Stefanos Ntouskos (GRE) - 6:52.34
5. Damir Martin (CRO) - 6:57.35
6. Kjetil Borch (NOR) - 7:01.74
##med2##
##med3##
##med4##