SVF eigur rættindini


?Skal Rás Tórshavn undir at senda DR, so skal Sjónvarp Føroya fyrst loyva hesum, sigur Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóri

Rás Tórshavn

Á heimasíðuni hjá Sosialinum (www.sosialurin.fo) hevur seinastu tíðina verið møguligt at greiða atkvøðu um, hvør rásin skal koma í staðin fyri Rás Tórshavn, Langt frammanfyri kappingarneytarnar er DR ella Danmarks Radio.
Hetta verður tó ikki bert sum at siga tað, tí Sjónvarp Føroya eigur einkarrættin til DR í Føroyum, upplýsir Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóri.
Hann sigur, at teir hava givið loyvi til, at Canal Digital kann senda DR í Føroyum, tí so nógv hava longu henda pakkan.
SVF sendir samanlagt einar 2.600 tímar um árið. Sum nú er, so kann Sjónvarp Føroya senda so nógv tilfar frá DR, sum teimum lystir, og hetta verður eisini dúliga gjørt. Saman við tilfarinum frá TV2, so myndar hetta bróðurpartin av senditíðini hjá SVF, upplýsir Mikkjal Helmsdal.
?Vit hava fasta avtalu við TV2, sum inniber at vit keypa minst 520 tímar um árið, sigur Mikkjal Helmsdal.
Sum Sosialurin skilir, so er tað rættiliga trupult at fáa hendur á TV2, soleiðis at tað bert eru heilt fá í Føroyum, ið síggja donsku rásina TV2.
Mikkjal Helmsdal sigur, at kemur ein fyrispurningur frá Tórshavnar Kommunu, um at sleppa at senda DR, so verður hesin svaraður tá, ikki fyrr.