SvF sæst alt ov illa á Kambsdali

Á Kambsdali eru tey misnøgd við ta tænastu, sum Sjónvarp Føroya veitir teimum, og tí vilja fólk heldur ikki rinda SvF-gjald.

Sjónvarp

Fólk, sum búgva á Kambsdali, eru alt annað enn nøgd við signalið hjá Sjónvarpi Føroya. Tey siga, at nú HM í fótbólti er, er stundum torført at kenna leikararnar ? so illa, sum sjónvarpið sæst.
Hetta er ikki nakar nýggjur trupulleiki.
Beinir N. Olsen sigur, at tey hava altíð sæð illa á Kambsdali.
- Vit hava ongantíð verið nøgd við signalið hjá SvF, sjálvt um tað var uppaftur verri tey fyrstu árini. Í dag er signalið heldur frægari, men alt annað enn nóg gott.
Beinir sigur, at flestu hús á Kambsdali hava fingið sær parabol, og nú HM-fótbóltur er, sita mong og hyggja at Euro Sport heldur enn SvF.


Vilja ikki
rinda SvF-gjald

Men vilja fólk, sum ikki síggja SvF nóg væl, kortini rinda sjónvarpsgjald eins og tey, sum síggja væl, spurdu vit Bein.
- Eg havi skilt, at nógv fólk her í bygdini vilja ikki skráseta seg hjá SvF og rinda
tískil heldur ikki SvF-gjald, tí tænastan er so vánalig.
Beinir heldur ikki, at SvF hevur gjørt nógv við at fara í rættin við teimum, sum ikki rinda, tí SvF veit, at tænastan als ikki er nøktandi.
- Tað, sum argar fólk, er, at hetta ikki er nakar nýggjur trupulleiki, men ein trupulleiki, sum altíð hevur verið, síðan fólk settu búgv á Kambsdali, og tað halda vit vera ov vánaligt, sigur hann.
Ein kona, sum Sosialurin tosaði við, sigur, at tey flestu, sum búgva á Kambsdali, grenja um signalið, men eingin ger nakað við tað.
- Men SvF veit, hvussu vorðið er, og vit halda tað vera ov vánaligt, at verulig stig ikki langt síðan eru tikin til tess at gera nakað við hetta, sigur hon.


Eingin at hitta

Sosialurin ringdi í gjár til sjónvarpsstjóran, Mikkjal Helmsdal, fyri at fáa eina viðmerking frá honum, men á skrivstovuni hjá SvF søgdu tey, at hann var staddur í Sandoynni. Vit ringdu eisini á fartelefonina, men hon var sløkt.
Vit royndu eisini at fáa fatur á onkrum øðrum persóni, sum kanska visti okkurt at siga okkum um, hví SvF-signalið á Kambsdali er so vánaligt, og í øðrum lagi, um fólk á Kambsdali verða kravd eftir SvF-gjaldi eins og onnur, men eingin, sum kundi siga okkum nakað, var at hitta.
Tað er Føroya Landsstýri, sum eigur sendinetið, sum FøroyaTele umsitir.
Sosialurin fer at venda aftur til málið um líkindini hjá kambsdalsfólki at síggja SvF.