Føroysku svimjararnir kappast í morgun í innleiðandi kappingum. Fyrstu finalurnar verða í kvøld.
Svimjikappingarnar verða hildnar í Medina Leisure Centre í Newport, og Føroyar eru væl umboðaðar í kappingunum. Fyri tveimum árum síðani vunnið Føroyar sera nógv heiðursmerki í svimjing, men ætlanin er at gera tað enn betri í ár.
Í morgun er fyrstu innleiðandi kappingarnar, og tey, sum koma víðari frá hesum kappingum, svimja finalurnar í kvøld frá k. 17.30.