Svimjibrøður: Stuðla hvør øðrum

Jákup og Pauli Mohr skulu til Oyggjaleikirnar. Teir vilja báðir koma heim aftur við heiðursmerki um hálsin. - Summi skilja ikki, at vit brúka so nógva tíð til svimjing. Tí er tað gott at hava Paula, sum er í somu støðu sum eg, sigur Jákup um beiggja sín

ÍTRÓTTARPROFILURIN


Brøðurnir Jákup og Pauli Mohr skulu báðir til Oyggjaleikirnar. Teir eru millum bestu svimjarar í landinum.

Jákup og Pauli eru synir hjá Øssuri og Ingvør Mohr úr Fuglafirði

Teir hava seinastu tíðina vant miðvíst móti Oyggjaleikunum, har ið báðir ætla sær heiðursmerki.

Undirritaði hittir brøðurnar Mohr í hugnaliga heimi teirra í Fuglafirði. Vit seta okkum at práta við køksborðið.


Skaddur sum ungur

Jákup er 18 ár og Pauli er 15 ár. Jákup byrjaði at svimja sum ungur, men hann gjørdist skaddur sum 11 ára gamal og skuldi opererast. Hann byrjaði ikki aftur fyrr enn sum 13 ára gamal.

Pauli byrjaði longu sum 5 ára gamal at ganga til svimjing.

- Foreldrini hava altíð tikið okkum við til svimjing. Tey hava eggja okkum til at gerast svimjarar, sigur Pauli.

Brøðurnir báðir hava eisini fingist við annan ítrótt, men svimjingin hevur tó altíð verið nummar eitt.

- Fyri tveimum árum síðani byrjaðu vit at gerast ordiliga seriøsir við svimjingini, tí at tá sloppu vit at venja við fyrsta liði, siga Jákup og Pauli, sum svimja fyri FS.

Teir venja 7 ferðir um vikuna, og hvør venjing er 2,5 tíma. Vanliga venja teir tó enn oftari.

- Vit venja ikki so hart nú, tí at vit trampa niður til Oyggjaleikirnar. Kroppurin skal fáa møguleika at hvíla og byggja seg upp, sigur Jákup.


Oyggjaleikir tað størsta

Jákup hevur arbeitt timburarbeiði seinastu mánaðirnar, men hann er givin til tess at fyrireika seg til Oyggjaleikirnar.

- Tað er sera strævið at svimja og arbeiða. Vit venja áðrenn og aftaná arbeiði, og arbeiðsdagurin er sum ein lang vektvenjing, tí at vit bera so nógv. Tað orkar tú ikki í longdini, sigur Jákup, sum heldur, at Oyggjaleikirnir eru størsta avbjóðingin hjá einum føroyskum svimjara.

- Eg var eisini á Oyggjaleikunum seinast, og eg haldi, at tað er tað størsta hjá einum føroyskum svimjara. Tað er sjálvandi eisini EM og HM, men tá hava teir føroysku svimjararnir ongan kjans. Á Oyggjaleikunum hava vit kjans til at vinna heiðursmerki, sigur Jákup.

- Hetta er fyrstu ferð, eg fari til Oyggjaleikirnar, og eg eri sera spentur, sigur Pauli.

Teir hava báðir sum mál at seta met og vinna í teirra grein.

- Eg ætli mær at seta met í bringusvimjing, og so burdi eg ligið til silvur ella gull. Annars er fyrsta málið at koma í finaluna, sigur Jákup.

- Eg ætli mær at seta met í 50 metrar frí, og so satsi eg uppá at fáa gullið, sigur Pauli, sum sostatt ætlar sær at betra um metið, sum Kristian Olsen nýliga hevur klárað.


Stuðla hvør øðrum

Jákup og Pauli svimja ikki í somu kappingargrein. Teir eru ymiskir í bygnaði og hava ymiskar styrkir. Pauli, sum er yngri, er longri enn Jákup.

- Pauli er skjótari enn eg, tá ið tað kemur til teir styttru teinarnar, sigur Jákup.

- Men Jákup orkar betri enn eg. Hann orkar betri at svimja langt, er Pauli skjótur at svara.

Brøðurnir tosa nógv saman. Eisini um svimjing. Teir eru báðir glaðir fyri at hava hvønn annan, tá ið teir svimja.

- Tað er hart at fara upp klokkan 5 um morgunin, men tað er lættari, tá ið Pauli er við. Summi skilja ikki, at vit brúka so nógva tíð til svimjing. Tí er tað gott at hava Paula, sum er í somu støðu sum eg. Vit stuðla hvør øðrum væl og hyggja til kappingarnar. Øll familjan plagar at koma við, tá ið vit kappast. Hetta er ein verulig ”svimji-familja”, sigur Jákup smílandi.

Pápi teirra, Øssir Mohr, er við í nevndini hjá FS. Hann hevur ongantíð svomið til kappingar sjálvur, men hann er sera spentur nú.

- Tað eru sjálvandi børnini, sum gera at tú fært áhugan. Vit ferðast við teimum til allar kappingar. Vit fara eisini øll til Rhodos til Oyggjaleikirnar at heppa, sigur Øssur Mohr, sum umframt Jákup og Paula eigur eina yngri dóttir, sum eisini svimur.


Eitt ár í senn

Jákup fer í FHS eftir summarfrítiðina. Pauli gongur í 9. flokki, og hann ætlar sær eisini í 10. flokk. Tað er óvist, hvussu leingi teir halda á við svimjingini.

- Nú fari eg so í skúla, og so fáa vit at síggja við svimjingini. Eg hugsi ikki so langt fram. Beint nú hugsi eg bara um Oyggjaleikirnar, sigur Jákup.

- Eg fari í 10. flokk, og eg ætli mær at halda fram við svimjingini. Eg vil vera ordiliga seriøsur og síggja, hvussu langt eg kann røkka, sigur Pauli.

Jákup er forlovaður í Havn, og hann vitjar damuna av og á. Pauli kennir tað tó ikki sum at hann hevur mist stórabeiggjan.

- Vit hava altíð fylgst nógv, og tað gera vit enn. Vit tosa nógv saman, og nú Jákup hevur fingið koyrikort, plagi eg at vera biltúr við honum. Eg fari av og á við, tá ið Jákup fer til Havnar. Tá fari eg at vitja onkran av svimjarunum í Havn, sigur Pauli.


Biðjur áðrenn kapping

Jákup og Pauli kenna mangan trýstið, tá ið kappingarnar nærkast.

- Í svimjing ert tú púra einsamallur. Tú hevur ongan annan at skylda uppá, og tú ert eisini einsamallur um heiðurin, tá ið tað gongur væl, sigur Jákup.

Teir vísa á, at tað er týdningarmikið at seta seg upp áðrenn eina kapping.

- Eg biðji altíð áðrenn eina kapping. Eg biðji fyri øllum luttakarunum – at tað má gangast teimum og mær væl, sigur Pauli.

- Eg fari inn í meg sjálvan og práti ikki við nakran áðrenn kappingina. Eg kann kanska virka kaldur, men tað er einans tí, at eg eri fokuseraður, sigur Jákup.

Tað verður spennandi hjá brøðrunum Jákupi og Paula á Oyggjaleikunum, tá ið alt Føroya land saman við familjuni Mohr fer at fylgja við. Teir hava sett sær høg mál og líta eisini á, at teir kunnu liva upp til tey.




Jákup um Paula

- Hann hevur altíð morgungron! Men annars er hann fittur og raskur. Hann búnast skjótt. Hann er einans 15 ár og hevur allar møguleikar at gerast sera góður svimjari. Hann er suverenur í sprintinum


Pauli um Jákup

- Hann er besti beiggi tú kanst hava. Hann hevur góðan vilja. Hann er ein sosialur persónur, og hann er eitt kappingarmenniskja. Vit kappast ofta í FIFA fótbóltsspælinum


Jákup um politikk

- Eg velji Sambandsflokkin, men eg havi næstan ongan áhuga fyri politikki. Teir bara tosa, og tað hendir einki. Tað er alt ov óspennandi fyri meg


Pauli um trúgv

- Eg eri kristin. Vit hoyra til brøðrasamkomuna Siloa. Eg og Jákup plaga eisini at ganga í Philadelphia í Gøtu og í kirkjukjallarinum í Gøtu til ungdómsmøtir. Trúgvin hevur nógv at siga fyri meg í gerandisdegnum



Fakta um Jákup Mohr

Føddur 15.01.1989

Forlovaður


Fakta um Paula Mohr

Føddur 12.10.1991

Stakur