Svimjifelag í vandasjógvi

Tað fær álvarsligar avleiðingar fyri svimjifelagið í Klaksvík, at svimjihøllin skal steingjast í fleiri mánaðir í ár. Men umvælingarnar eru neyðugar, og borgarstjórin í Klaksvík lovar eina hjálpandi hond til Ægir

 

Vandi er fyri, at uppbyggingararbeiðið, sum svimjifelagið Ægir hevur gjørt farnu 10 árini, verður hart rakt, tá svimjihøllin í Klaksvík verður latin aftur í sambandi við umvælingarnar av høllini.

? Eg havi sjálvur upplivað, hvat hendi, tá svimjihøllin í Klaksvík fyri einum 10 árum síðani stongdi í 18 mánaðir. Tað merkti, at Ægir fór frá at vera besta felag í landinum til at vera tað vánaligasta, sigur Søren Olsen, sum er høvuðsvenjari hjá Ægir.

Síðani hevur Ægir arbeitt seg støðugt fram, og nú er felagið aftur at finna í toppinum. Men framgongdin ? sum hevur verið serliga sjónsk seinasta árið ? er í stórum vanda, um svimjifelagið skal verða svimjihøllin fyriuttan í nógvar mánaðir.


Hugsa um Ægir

Stórar umvælingar skulu gerast í svimjihøllini í Klaksvík, og neyðugt verður at lata høllina aftur part av tíðini. Millum annað skal takið skiftast, og tí er óhugsandi at hava høllina opna, meðan hetta arbeiðið fer fram.

? Vit hava einki val. Verður høllin ikki gjørd í stand, má hon steingjast, og so er als eingin høll, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.

? Men sjálvandi hugsa vit um Ægir í hesum sambandi, tí felagið verður rakt av hesum. Vit ælta at tosa við felagið fyri at vita, um vit á ein ella annan hátt kunnu hjálpa teimum, sigur borgarstjórin.

Enn er ikki greitt, nær svimjihøllin verður stongd, men ætlanin er, at arbeiðið skal byrja í summar, og so verður høllin helst stongd meginpartin av seinnu hálvu av árinum.


Óheppið við stuttum hyli

Ægir staðið seg væl í seinastu svimjikappingum, og felagið hevur verið næstbest av teimum føroysku feløgunum.

Hetta er stór framgongd sammett við støðuna fyri nøkrum árum síðani, tá sigursvanda felagið lá í skeiva endanum.

? Felagið hevur tikið seg nógv fram, síðani vit vóru niðri og vendu, og vit miðja ímóti at verða besta felagið í landinum. Tí fer tað at koma ómetaliga illa við, at vit missa svimjihøllini í fleiri mánaðir, sigur Søren Olsen, høvuðsvenjari hjá Ægir.

? Á jólum var svimjihøllin stongd í tvær vikur, og bara tað koma illa við hjá okkum. So tað ber til at ímynda sær, hvussu støðan verður, tá høllin steingir í fleiri mánaðir.

Ægir hevur møguleikan at brúka svimjihylar í Lorvík, Gøtu ella Fuglafirði, men felags fyri hesar hyljar er, at teir eru styttri enn hylurin í Klaksvík, og tað hevur ávirkan.

? Serliga hjá teimum góðu svimjarunum, sum eru í nánd av landsliðnum, er tað óheppið at venja í stuttum hyli. Best var, um vit høvdu ein 50 metra hyl at venja í, men tað hava vit ikki, og so er 25 metra hylurin sjálvandi tað næstbesta, sigur Søren Olsen.

Tríggir 25 metra hyljar eru í landinum ? í Klaksvík, Havn og í Vági.


Avleiðingarnar

Høvuðsvenjarin hjá Ægir roknar við, at umvælingarnar av svimjihøllini í Klaksvík fara at kosta hjá Ægir.

? Sjálvt um vit finna eina loysn við at brúka hylin í Lorvík, so fer tað at merkja, at vit missa svimjarar, og at teir bestu svimjararnir ikki hava nóg góðar umstøður at venja undir, sigur Søren Olsen.

Tí stúrir venjarin rættiliga nógv fyri umvælingunum í svimjihøllini í Klaksvík, sum hann tó ásannar eru neyðugar, um høllin skal hava opið.

? Nú verða einar 25 milliónir krónur brúktar upp á umvælingar, men í grundini hevði tað perfekta verið ein nýggj høll við 50 metra hyli. So høvdu vit veruliga kunna gjørt risa framstig, heldur Søren Olsen.

Borgarstjórin í Klaksvík sigur seg skilja støðuna hjá Ægir, og hann ætlar sær at gera eina roynd at finna loysn á støðuni, sum felagið kemur í.

? Vit ætla at fáa ein fund við Ægir fyri at tosa um støðuna, og kunnu vit onkursvegna hjálpa felagnum, ætla vit at gera tað, sigur Steinbjørn Jacobsen.