Týsdagin 18. december 2007 eru liðin 25 ár, síðan svimjihøllin í Gundadali lat upp. Dagurin verður hildin við morgunmati og ókeypis svimjing
Í vanligari svimjitíð týsdagin, sum er frá 6.45 til 09 og frá kl. 15.00 til kl. 20.00, er ókeypis at svimja, boðar Tórshavnar kommuna frá í tíðindaskrivni.
Høllin er tó opin allan dagin, so eisini ta tíðina, eingin svimjing er, ber til hjá vitjandi at støkka inn á gólvið. Frá klokkan 10.00 til klokkan 13.00 bjóðar svimjihøllin okkurt til matna.
Svimjihøllin er í løtuni stongd vegna umvælingar. Stongt verður hesa vikuna afturat, og latið verður upp aftur mánamorgunin 17. december til vanliga tíð.
Svimjihøllin plagar vanliga at vera stongd vegna umvælingar hesa tíðina, men í ár er tað lagt soleiðis, at 25 ára dagurin kundi haldast í hylinum, so at siga.
Eini 150.000 fólk vitja árliga svimjihøllina í Gundadali. Av hesum eru umleið 130.000 gjaldandi. Hini eru frá stovnum og feløgum, sum t.d. svimjifeløgum, sum hava fasta avtalu við høllina.
Starvsfólkið trívist væl, og fleiri hava starvast leingi í svimjihøllini, sigur leiðarin. Tó er hann tann einasti av verandi starvsfólkum, sum eisini starvaðist í gamla svimjihylinum í Gundadali.
Kommunan skrivar, at starvsfólkini duga væl at fáa tey vitjandi at kenna seg væl. Hugaligt er eisini at fáa positivar viðmerkingar frá teimum, ið brúka høllina, sigur Heri Olsen, sum gleðir seg til at síggja nógv fólk í svimjihøllini týsdagin.