Svimjiskúlin á ráðstevnu í Noreg

Nordic Conference in Elementary Swimming Teaching er árlig ráðstevna um grundleggjandi svimjifrálæru, sum í nú 10 ár hevur verið fyriskipað á skift í ymiskum Norðanlondum, við svimjisambandinum í vertslandinum og Nordic Education Group sum samskiparar. Málbólkurin er svimjivenjarar og lærarar sum fáast við grundleggjandi svimjifrálæru og lívbjarging, har innihaldið í ár til dømis var spurningurin um nýtslu av flótiamboðum í svimjiundirvísing, og frálæra til børn við breki.

Svimjiskúli Føroya er samstarv millum Mentamálaráðið og Svimjisamband Føroya, at fáa til vega skeiðstilboð til svimjilærarar og venjarar í føroyskum fólkaskúlum og svimjifeløgum. Í løtuni kann Svimjiskúlin bjóða skeið í vatntilvenjing og svimjigreinunum, umframt at fólk gjøgnum skipanina kunnu fáa lívbjargingarprógv. Ætlanin er seinni at víðka um Svimjiskúlan, við frálæru eisini í venjingarlæru og líknandi, so hvørt sum orka verður til tess.