Loreen hevur vunnið Eurovision fyri aðru ferð. - Foto: Phil Noble/Reuters

Svøríki vann Eurovision og rakti írska metið

Svøríki hevur vunnið Eurovision fyri sjeyndu ferð í søguni – og Loreen fyri aðru ferð.

 

Loreen hevur vunnið Eurovision fyri aðru ferð. - Foto: Phil Noble/Reuters

Svøríki vann ársins Eurovision-finalu í Liverpool Arena við sanginum »Tattoo«, sum grandiprixdrotningin Loreen sang.

Loreen vann kappingina í harðari kapping við finska ógvusliga sangin »Cha Cha Cha« hjá rapparanum Käärijä.

– Eg varð tikin á bóli. Tað kennist heilt løgið, segði tvífaldi eurovisionvinnarin. 

– Eg eri so takksomu fyri øll, sum hava atkvøtt.

Loreen hevur verið favoritturin hjá bookmakarunum longu frá byrjan. Men til Eurovision varð eisini heppað hart til finsku luttakararnar. Undir atkvøðugreiðsluni varð fleiri ferðir skrálað »cha cha cha«. Men Svøríki fór kortini við sigrinum.

 

##med2##

Loreen vann eisini altjóða sangkappingina í 2012 við lagnum »Euphoria«. Hon er annar persónur í søguni, ið sum sangari heur vunið Eurovision tvær ferðir. Johnny Logan hevði frammanundan metið.

– Eg skilji tað ikki fyri at vera heilt erlig. Tað einasta eg kenni nú, er kærleiki, sigur Loreen.

Við sigrinum rakar Svøríki metið hjá Írlandi sum landið, sum hevur vunnið Eurovision flest ferðir.

Sigurin hjá Loreen er í 67. útgávuni av Eurovision.

Catherine prinsessa av Bretlandi, ið er verdóttir bretska kongin, Charles, var ein partur av stóra upplatingarnummarinum, sum sparkaði finaluna í gongd.

Chathrine prinsessa spældi undir hjá ukrainska vinnaranum, Kalush Orcherstra, á klaver í einum bandaðum broti, áðrenn vinnarin skuldi finnast.

37 vónarfull lond buðu seg fram í Eurovision. Men tað var bara pláss fyri 26 í finaluni.

Eysturíkska duoin Teya & Salena byrjaðu kappingina við fagnaðarsanginum »Who the Hell is Edgar« til amerikanska skaldið Edgar Allan Poe.

Danska Eurovision-vónin, føroyski Reiley, megnaði ikki at koma í finaluna við »Breaking My Heart«. Føroyska TikTok-stjørnan kom ikki víðari úr hálvfinaluni hóskvøldið.

Bretar vóru síðstir á palli á heimavølli. Ársins Eurovision var í enska stórbýnum Liverpool vegna Ukraina, sum vann seinast, men sum ikki kundi halda kappingina vegna russiska kríggið í landinum.

Tá vóru hyggjarar, sum gjørdu av, hvør kom í finaluna. Men teir høvdu bara helvtina av avgerðina í finaluni, tí her høvdu londini hvør sína faknevnd, sum hevði nakað at siga – aftur.

European Broadcasting Union, sum skipar fyri Eurovision, hevði slept faknevndunum í fjør. Millum annað av tí at óreglusemið var í atkvøðuháttinum hjá seks londum seinast í italska stórbýnum Torina.

Faknevndirnar høvdu í ár Svøríki sannførandi á odda. Saman við hyggjarunum vann Loreen kappingina.

 

##med3##

Danmark hevur vunnið Eurovision tríggjar ferði: Í 1963 við Grethe og Jørgen Ingemann við landum »Dansevise«, í 2000 við Brødrene Olsen »Smuk som et stjerneskud« ogí 2013 við Emmelie de Forest »Only Teardrops«.

Sjálvt um Danmark ikki hevur verið í finaluni síðani 2019, hevur grandprixstjórin hjá DR, Erik Struve Hansen, vissað um, at public-service støðin eisini næsta ár fer at halda Dansk Melodi Grand Prix, sum gevur atgongd til Eurovision.

/ritzau/

 

Loreen hevur vunnið Eurovision fyri aðru ferð. - Foto: Phil Noble/Reuters

Danska Eurovision-vónin, Reiley, megnaði ikki at koma í finaluna við »Breaking My Heart«. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix  

Cha-cha-cha róptu áhoyrararnir, tá Finnland var á pallinum við sanginum við sama heiti hjá rapparanum Käärijä. - Foto: Paul Ellis/Ritzau Scanpix