Perugia: Á ferðini í Umbria, sum vardi í fimm dagar, fingu vit ferð eftir ferð staðfest, hvussu nógv italienarar eta. Onkur helt fyri til ein av døgurðunum, tá tann sætti ella sjeyndi rætturin varð borin inn á borðið, at maturin í Italia er sum Duracell lýsingin, har slagorðið er: goes on and on and on!
Men hvussu er og ikki, so er talan um einastandandi góðan mat, og sjálvt tann kræsna sálin man kunna finna eitt hvørt, sum einum dámar við so mongum og ymiskum rættum.
Sum vant er pasta ein stórur partur av matinum, og her skal sigast beinanvegin, at tá ein hevur etið pasta í Italia, verður pasta aðrastaðni ongantíð aftur tað sama.
Men ein annar rættur, sum italienarar eisini ganga høgt uppí, er tað, sum tey kalla fyri anti-pasta. Tað er sum heitið sigur, ein rættur, har onki pasta er at fáa. Tað er aloftast breyð við ymiskum viðskera ella onkur lættur kjøtrættur.
So borðreiða tey eisini við einastandandi góðari salamipylsu, so tann trý stjørnaða, sum kann keypast í matvøruhandlum í Føroyum missir allar tríggjar stjørnurnar. Skinka verður somuleiðis ongantíð tann sama aftur. Italienarar roykja skinkuna og skera hana í heilt tunnar flísar, sum verða lagdar á breyð, sum minnir mest um okkara franskbreyð. Ístaðin fyri smør undir verður sjálvandi olivenolja nýtt. Sigast skal tó, at tað ikki er so leskiligt fyri eyguni at síggja hvítt breyð við olivenolju á. Men væl smakkar kortini.
Heilstoktur grísur
Tað eina kvøldið vit sótu til døgurðaborðið og høvdu etið okkum nærum um rygg av góðum pastarætti og suppu við nógvum góðum í, komu tænararnir inn í matstovuna við einum heilum grísi á einum fati.
Hetta var sum at síggja ímyndina hjá "den store stygge ulv", tá hesin mungaði eftir teimum trimum smáu grísunum, tá hesir lógu so vælsteiktir og grillaðir á einum fati við reyðum súrepli í munninum. Hesin, sum tænararnir bóru, hevði tó eina tomat í munninum, men tað var líka við, at ein byrjaði at skilja úlvin, so leskiligt sum hetta sá út.
Men tá ein situr mettur og vælsettur við borðið, er tað nærum ov nógv av tí góða at síggja ein heilstoktan grís afturat, sum eisini skal etast. Men á ein ella annan hátt so ber til at finna rúmd fyri eitt sindur av mati afturat, og soleiðis heldur ein tílík máltíð fram, inntil kakan er etin.
Um ein av hesum trivaligu máltíðunum skal lýsast, so kann hon síggja soleiðis út:
Ábit við víni, áðrenn farið verður til borðs
Rækjubland, men ikki sum vit kenna tað í Føroyum kortini
Anti-pasta
Pastarætturin
Lasagne
Kjøt við stoktum eplum
Salat
Kaka, annaðhvørt ostakaka ella sukurlátakaka
Ein slík máltíð varar ikki so langa tíð, sum ein kundi hugsað sær, tá hugsað verður um allar rættirnar. Tí italienararnir bera skjótt at. So skjótt sum ein rættur er tikin av borðinum, verður tann næsti borin inn. Tað er sjáldan, at tað er sjálvtøkuborð til ein døgurða, men tað kemur sjálvandi fyri. Men á hotellum gera tey nógv burtur úr at servera fyri fólki, og tey eru so blíð og vinarlig.
Tó má sigast, at italienarar ikki gera nógv burtur úr at hugna um matstovurnar. Borðprýði og stearinljós sóu vit ikki nakað til. Ístaðin sótu vit aloftast inni í ljósum høgum rúmum við nógvum sterkum lampum, men tað er púra vanligt í Umbria.
Og nakað, sum sjálvandi eisini hoyrir við matinum er bæði hvítt og reytt vín. Vatn verður eisini sett á borðið, og omaná kann ein fáa tað vælkenda espresso kaffi, sum er so sterkt, at skeiðin næstan kann standa í tí. Espresso verður av tí sama serverað í einum evarska lítlum koppi, og um tú fært meira enn tvær ferðir upp í munnin, so ert tú heppin. Um ein hinvegin heldur ynskir te, so skal ein ikki gera sær tær stóru vónirnar í Italia. Ikki tí, tey hava te, men tað verður ikki sett á borðið. Tað er nærum ein sjálvfylgja, at fólk drekka kaffi.
Grappa
Sagt verður, at øl og snapsur er nakað, sum er serføroyskt til føroyska matin. Tað italienska aftursvarið til tað má so sigast at vera espresso og Grappa.
Grappa er sterkt brennivín, sum verður gjørt av skalinum av víndrúum. Smakkurin er ræðuligur, snøgt sagt. Minnir einamest um tað turrasta vínið í verðini, og modni smakkurin er ei heldur at taka feil av. Men italienarar siga, at tað er gott og serliga saman við espresso. Um tað beinleiðis er tjóðardrikkur Italia, skal her verða ósagt, men tað er nakað tað sama at síggja italienarar drekka Grappa og føroyingar Akvavit. Tað smakkar illa, og teir siga seg elska tað.