Svongdin verður stór við Stórá

Felags fyri TB og HB er, at tað í undanfarna umfari ikki gekk eftir vild

Tað er fyrst og fremst á heimavølli, at vit skulu tryggja okkum sigrarnar, sum kunnu lyfta okkum úr støðuni, sum vit nú eru í. Tað hevur TB venjarin Robert F. Roelofsen aftur og aftur sagt. Sambært hesum var tað eftir bókini, tá ið tað eydnaðist at vinna 2-1 við Stórá ímóti NSÍ. Tætta dystarskráin fór illa við TB, sum fýra dagar seinni varð avsmurt 5-1 á Skála.

Nú hava stundir verið at pjøssa um og at koma fyri seg aftur, men tað er stórt bakkkast, at tveir av lyklaspælarunum ikki eru tøkir: Ndende Adama Guéye er leikbannaður, og Rógvi Joensen er skaddur.

 

 Klassikarin ímóti HB verður í kvøld, og havnarmenninir eru svangir, eftir at teir sunnudagin mistu plássið í steypakappingini, og teir hava tapt 3-2 ímóti B36 og 4-2 í Fuglafirði. HB ferðalagið fór suður í gjárkvøldið, og eftir trý tap vóna teir sjálvand, at trý stig vera í skjáttuni, tá ið teir koma norður aftur fyrrapartin í morgin. Í fjórða umfari vann HB 1-0 við Stórá.

 

HB venjarin, Jan Dam, hevur ikki mist svøvnin, hóast tíggju mál eru farin ígjøgnum tríggjar tær seinastu ferðirnar.

-Tað gongur upp, og tað gongur niður. Vit hava alla tíðina sagt, at vit arbeiða við at menna liðið við fleiri ungu m spælarum. Einasti máti at menna liðið er at geva teimum høvi at royna seg ímóti eitt nú Víkingi. Vit stóðu okkum væl, eisini fysiskt, men teir vóru eitt vet betri og kanska eisini hepnari, sigur Jan Dam.

Fróði Benjaminsen er farin av landinum í útbúgvingarørdinum, og hann verður ikki við tær næstu vikurnar. Ivasamt er um miðvallarin Rókur Jespersen verður førur fyri at spæla, og Arnbjørn T. Hansen er framvegis langtíðarskaddur.