Symfoniorkestrið konsertir um vikuskiftið

Um vikuskiftið fer Føroya Symfoniorkestur at hava tríggjar konsertir. Spæld verða verk eftir Purcell, Bach, Dvorak Grieg og Bartok.

Um vikuskiftið fer Føroya Symfoniorkestur at hava tríggjar konsertir. Spæld verða verk eftir Purcell, Bach, Dvorak Grieg og Bartok.

 

Solistar verða Heiðrun Petersen og Jón Festirstein Andreasen.

 

Fyrsta konsertin verður í Christianskirkjuni. Hon klokkan 21.00 fríggjakvøldið.

 

– Orsøkin til at konsertin verður so seint fríggjakvldið er tann, at gekkaupphæddin er so ógvusliga stór, at vit vilja lata fólk fáa stundir til at vera við í gekkaspælinum og eisini fáa møguleikan til at koma til hesa forvitnisligu konsertina, sum FSO strúkararnir fara at framføra, sigur Poul Jákup Thomsen.

 

Leygardagin verða tvær konsertir. Í Fríðrikskirkjuni klokkan 14.30 og í Vesturkirkjuni klokkan 18.30.

 

Dirigentur verður Bernhard Wilkinson.

 

 

Antonin Dvorak: Sereneda fyri strúkarar í E dur. Henda serenadan er ein tað mest vældámda av hansara tónleiki. Serenadan er í fimm pørtum, og er sera krevjandi fyri tónleikararnar.

 

J. S. Bach: Konsert í d moll fyri tvær violinir og strúkarar. Henda konsertin er ein gimsteinur í violinlitteraturinum. Hetta er ein vevnaður í tónleiki millum orkestur og tær tvær violinirnar, sum neyvan finnur sín líka. Verkið er í trimum pørtum, og serliga yvir seina miðsatsinum hvílur ein næstan yvirjarðligur vakurleiki. Solistar eru tveir av okkara dugnaligastu ungu violinistum, Heiðrun Petersen og Jón Festurstein Andreasen.

 

Bela Bartok: Sjey rumenskir fólkadansir.

 

Tónleikurin var upprunaliga skrivaður fyri klaver, men var seinni útsettur fyri strúkarar. Teir eru frá økinum Transilvania og funnust upprunaliga fyri fiól ella floytur, sum seyðamenn plagdu at brúka

 

Edvard Grieg: Tvey elegisk ella sorgkend løg. I Særda hjartað og II Seinasta várið

 

Grieg var normaður og er sera ávirkaður av norskum fólkatónleiki, sum gjøgnum hann er vorðin alheims. Hann gjørdist heimskendur  tónasmiður í seinromantiska tíðarskeiðinum.

 

Henry Purcell: Chacony, kvartett fyri strúkarar í g moll.

 

Her eru nógv eyðkenni frá barok tónleikinum. Tað byrjar við einum hábærsligum tema í bassinum, sum verður endurtikið ferð eftir ferð og fær so ymsar akkordir lagdar omanyvir, sum so flytast í orkestrinum. Tónleikurin kann framførast sum kvartett, men verður her framførdur av strúkiorkestri.