Sýna fram langhylin í Gundadali

Ein framsýning um komandi langhylin í Gundadali lat upp í Svimjihøllini í morgun. Talan er um trý uppskot frá trimum toymum. Hesi eru Firvaldar við Ósbirni Jakobsen arkitekti, SNA Arkitektar og Árni Winther Arkitektar.

 

Á framsýningini ber tó ikki til at síggja, hvør eigur hvat uppskot. Tað visti dómsnevndin heldur ikki, tá hon tók støðu til uppskotini.

 

Men tað fáa øll at vita fríggjamorgunin 16. desember klokkan 9, tá endaliga úrslitið verður kunngjørt og dómsúrskurðurin lagdur fram í Svjimihøllini. Til ta tíð er høvið hvønn dag at síggja upskotini í Svimjihøllini.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, beyð vælkomin til framsýningina í morgun, og Elin Lindenskov, forkvinna í bygginevndini, greiddi frá tilgongdini.

 

– Øll eru vælkomin til avdúkingina fríggjamorgunin, skrivar Tórshavnar kommuna.