Syngið-Við og T.O.S. í Hoyvíkar kirkju

Hóskvøldið 29. mars verður aftur eitt Syngið-Við kvøld í kirkjuni, har ein fær eina heldur serstaka vitjan.

Eitt líknandi tiltak varð fyriskipað í fjør við góðari undirtøku. Ta ferðina var nógvur sangur á skránni, umframt tað at kendi sangarin Martin Joensen sang nakrar av sínum sangum.

Hesaferð hevur ein valt ein líknandi leist. Hesaferð verður aftur nógvur felagssangur á skránni, men haraftrat er gjørd avtala við bólkin T.O.S., og sum er mannaður við ungum og evnaríkum tónleikarum úr Eysturoynni.

T.O.S. (sum er ein stytting av orðunum: Tollarar Og Syndarar) spælir gospeltónleik, sum ljóðar munandi øðrvísi enn nógv av tí, sum annars verður spælt av kristnum tónleiki. Teir brúka eisini øðrvísi ljóðføri enn vanligt í framførslum teirra, og tí er tað bæði spennandi, undirhaldandi og avbjóðandi at lurta eftir bólkinum.

Hesin bólkurin, afturvið góðum sálmasangi, er altso á skránni í Hoyvíkar kirkju hóskvøldið 29. mars klokkan 20.