Syngja saman í Sandoynni

Hetta vikuskiftið fáa sandoyingar eitt serstakt høvi at hoyra Meinigheitskórið úr Havn syngja fleiri av sangum sínum.

Nú sangárið er um at enda, hava limirnir í kórinum avgjørt at fara ein túr í Sandoynna um vikuskiftið, her tey koma at búgva í nýggja Deplinum í Skálavík.

Fleiri hava longu roynt Depilin, bæði til gisting og til eina góða máltíð, og tað er ikki frítt at fólk lata væl at tænastu og dygd. Nú fara so sangararnir í Meinigheitskórinum at gera sum hini.

Í kvøld er ætlanin at skipa eitt hugnaligt og óformelt sangkvøld í bygdini frá klokkan 21:30 og úteftir, har sangglaðar sálir hittast til framførslu og felagssang.

Leygarkvøldið klokkan 20 skal kórið luttaka við eitt møti í Skopun, og aftaná verður enn ein sangløta á hesum staði.

Hetta sangvikuskiftið hjá Meinigheitskórinum endar í Havn sunnukvøldið, har kórið skal syngja á møtinum ið byrjar klokkan 18.

Eftir tað fer kórið í summarfrí.