Í kjalarvørrinum av kvinnuskeiðnum "Felags ábyrgd-felag avgerðir", sum varð hildið í september mánaði, var luttakarin hjá Fólkaflokkinum á skeiðnum, Rúna Sivertsen, biðin um at siga nøkur orð um skeiðið á landsfundinum leygardagin.
Innleggið hjá Rúna var rættiliga áhugavert, og tað elvdi til veruligt kjak á landsfundinum. Rúna Sivertsen vísti millum annað á, at tað er ein bági, at kvinnur ikki eru við at taka avgerðirnar, ið verða tiknar í politikki.
-Okkara lív er skipað við lógum úr vøggu í grøv, men kortini vilja kvinnur ikki vera í tí politiska liðnum, har avgerðirnar verða tiknar. Vit liva øll í samfelagnum undir hesum lógum, og tí mugu vit kvinnur eisini vera við at taka hesar avgerðirnar, segði Rúna Sivertsen millum annað.
Hon helt, at Fólkaflokkurin kundi gerast meira virkin í strembanini fyri at fáa fleiri kvinnur virknar í politikki. Rúna segði millum annað, at flokkurin kundi skipa landsfundirnar øðrvísi, so teir gjørdust meira áhugaverdir fyri kvinnurnar. Hetta kundi gerast við at seta evni á dagskránna, sum høvdu áhugan hjá kvinnum.
Grundleggjandi ósamdur
Eftir innleggið hjá Rúnu Sivertsen tók sysktinabarn hennara, Jógvan á Lakjuni, orðið. Landstýrismaðurin í mentamálur var ikki mjúkur. Hann heldur ikki tað er rætt, at politikarar blanda seg í, hvat kyn fólk skulu velja.
-Uttan mun um Rúna er mítt sysktinabarn, so eri eg rúkandi ósamdur við henni. Vit skulu ikki blanda okkum í, hvat fólk skulu velja, tí tá gera vit okkum inn á grundleggjandi demokratisk rættindi. Eg haldi tað er langt úti, at vit ikki virða og góðtaka, at fólkið hevur talað og úrslitið varð, at 29 menn og tríggjar kvinnur vóru vald at manna løgtingið, helt Jógvan á Lakjuni fyri.
Landsstýrismaðurin helt einki um, at kvinnur tvørtur um floksmørk vóru farnar at skipa fyri skeiðum fyri at økja um áhugan hjá kvinnur fyri politikki.
-Eg dugi ikki at síggja, hvat kvinnur í Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum hava í felag, annað enn at vera kvinnur. Eg haldi, at kvinnurnar í Fólkaflokkinum skuldu heldur nýt orkuna til at greiða fólki frá, hvat tær fyri, heldur enn at samstarva við aðrar flokkar, segði Jógvan á Lakjuni á landsfundinum leygardagin.
Rúna Sivertsen vildi vera við at landsstýrismaðurin í mentamálum hevði misskilt innleggið, men hon tók tað ikki so tungt, at sysktinabarnið var ósamdur við henni, tí tað var hon von við, helt hon skemtandi fyri.
Talaðu at
Kvinnurnar í Fólkaflokkinum vóru rímuliga væl umboðaðar á landsfundinum leygardagin. Fleiri teirra talaðu at viðmerkingunum hjá Jógvan á Lakjuni. Serliga fyrrverandi býráðslimurin í Havn, Katrin Dahl, helt lítið um móttøkuna, sum innleggi hjá Rúnu fekk, og ta skjótu viðgerð evnið fekk á landsfundinum.
-Eg haldi tað er toppmált, at frálíka innleggið skal nærum verða gjørt til láturs. Hvat er hetta fyri ein landsfundur, har vit ikki kunnu kjakast um hetta ógvuliga týðandi evni, spurdi Katrin Dahl.
Bæði Annika Olsen og Elsa í Garði tóku orðið, og róstu Rúnu fyri innleggi. Annika Olsen helt fyri, at tað skuldi ein grundleggjandi hugburðsbroyting skal til-eisini í Fólkaflokkinum- fyri at kvinnur gerast virknari í politikki, enn tær eru í dag. Hon vísti á, at úrslitið hjá Fólkaflokkinum á býráðsvalinum í Havn var eitt tekin um, at tað gongur tann rætta vegin.
-Hyggur tú eftir býráðsvalinum í Havn, so fingu vit nærum 3000 atkvøður. Vit vóru fýra kvinnur á listanum, meðan menninir vóru 13 í tali. Hyggur tú eftir miðaltølunum, so fingu menninir 170 atkvøður í miðal og vit 158, so munurin er lítil, vísti nýggi býráðslimurin hjá Fólkaflokkinum í Havn á.