Systirin fór at gráta

- Eg minnist dystin í 1990 ótrúliga væl. Eg havi verið 11 ár tá, og vit sótu øll heima og hugdu. Og tá vit skoraðu gjørdi eg sjálvandi eitt gallróp. Yngra systirin hjá mær hevur tá verið eini 2-3 ár, og eg minnist, at hon fór at gráta, so kløkk gjørdist hon av øllum rópinum. So tað tók sína tíð at sissa hana aftur. Og lívið í býnum var sjálvandi øgiligt aftaná. Nú er tað sjálvandi stuttligt at møta Eysturríki aftur, og eg skilji væl, at áskoðararnir vilja hava eitt líka gott úrslit, sum vit fingu ta ferðina. Men vit kunnu sum so ikki brúka tað úrslitið til so øgiliga nógv, sigur Jákup á Borg.