- Nýggjárið verður hildið heima hjá okkum saman við familju og vinfólki. Vit verða nøkur og 20 fólk til nýggjárveitslu til gaman við góðum stemningi og góðum mati.
Tað sigur løgtingskvinnan, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Hon vísir á, at tey hava altíð skotið fýrverk og serliga, tá børnini vóru smá ella yngri. Sjálv hevur henni eisini dámt væl at skotið fýrverk, men nú seinnu árini hevur henni dámt líka so væl at notið útsýnið úr stovuni yvir allan býin. Og tað er ein fantastisk sjón.
- Størsta upplivingin í 2016 er sjálvandi 25. mai, tá maður mín Finn og eg høvdu silvurbrúdleyp. Hesa tíðina, vit hava verið gift, eru vit vælsignaði við trimum børnum og einum ommu-og abbabarni.
Løgtingskvinnan sigur, at tey hildu silvurbrúdleypsdagin í Dresden í gamla Eysturtýsklandi, og her hugnaðu tey sær í góðum veðri í býnum, har stemningurin var nakað heilt serligt. Ymiskir tónleikarar spældu flottan klassiskan tónleik á torgum og gøtum í býnum.
- Um kvøldið vóru vit á eini dreymakonsert hjá André Rieu. At uppliva konsert við honum live var eitt stórt ynski, sum vit hava havt leingi.
Hon sigur, at tey á hesum sama túri koyrdu suður gjøgnum Evropa, og tað var ein uppliving at síggja ymisku søguligu støðini, Pompeii, Rom, Vatikanið, Ørnaborgina og Berlinmúrin.
- Eg kann nevna, at eg sjálv var í Eysturtýsklandi sum 17 ára gomul í 1980. At síggja stóru broytingina, sum her hevur verið, var nakað serligt. Eg hugsi ikki minst um stemningin, hvussu glað og frí fólkini eru í dag í mun til í 1980.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur nemur eisini við upplivingina á túrinum í USA, meðan forsetavalstríðið millum Donald Trump og Hillary Clinton var í hæddini - og síðan heilt óvæntaða úrslitið av valinum, at Donald Trump varð valdur..
- Upplivingin at vera í New York valdagin, var eisini nakað serligt. Vit vitjaðu valstøð, spákaðu eftir Times Square og sóu, hvussu stemningurin dalaði løtu fyri løtu hjá teimum flestu, sum vóru samankomin har. Seinni um kvøldið og náttina spákaðu vit uttan fyri Hilton, har Donald Trump hátíðarhelt valsigurin.
Hon sigur, at tað var serstakt at standa har saman einum havi av tíðindafólki úr øllum heiminum, sum stóðu og rapporteraðu óvæntaða úrslitið av valinum heim til sítt land.
- Trygdin var í hásæti. Har var eitt hav av løgreglufólk á gøtuni uttan fyri Hilton og nakað haðani eisini, og uppi yvir flugu tyrlur.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at tað var eisini stuttligt at síggja Donald Trump og konuna, Melania Trump, tá tey vóru í Washington nakrar dagar fyri valið, og at síggja til, var hýrurin á teimum góður.
- Keðiligasta upplivingin í 2016 er, at tað í hesum árinum varð byrjað at selja arbeiðsplássini hjá vanliga fiskimanninum á uppboðssølu. Hon heldur tað vera lagnunar speisemi, at tað nú í eina tíð er eydnast fiskimanninum á dekkinum at vinna eina góða løn, og at tað júst eru tey, sum siga seg umboða fiskimannin, ið ikki unna honum eina góða løn - og kvittera við at koyra arbeiðsplássið hjá honum á uppboðssølu.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at hon hevur ikki sett sær nakað serstakt fyri í 2017, men hon ynskir altíð at gerast dugnaligari í tí, sum hon ger og arbeiðir við. Hon ynskir eisini at seta prís upp á gerandisdagin og vera takksom fyri allar tær náðigávur, vit í Føroyum hava fingið.
- Tí einki er av okkum sjálvum, tað er náði Guðs. Eg fari at enda at ynskja øllum eitt av Harranum signað nýggjár og alt tað besta í komandi tíðum, sigur løgtingskvinnan.