Ólavur í Beiti
Fíggjarnevndin gjøgnumgongur nú fíggjarlógina og mett verður, at henda gjøgnumgongd verður liðug í hesi vikuni, og í komandi viku verður so politiska viðgerðin, har endaligu tølini fyri almennu útreiðslurnar skulu setast á.
Í sambandið við hesa gjøgnumgongd nú, hevur blaðið vent sær til fíggjarnevndarformannin, Jørgen Niclasen, sum mælir til, at tó at vit hava eina positiva gongd, so má ovfarakáti ikki spenna bein fyri hesi gongd.
Eini 30% upp í løn
? Vi hesum røringum, sum nú eru í samfelagnum, har fleiri samfelagsbólkar rópa um hægri almennar útreiðslur av øllum handa slagi, og politikarar úr bæði andstøðu og onkrum samgonguflokki tykjast at rópa harðast, rokni eg ikki við blíðum birði fyri framtíð Føroya.
? Hóast meiri enn 10.000 fólk starvast hjá tí almenna, so eru ynskir og krøv um at økja hetta tal munandi. Og ikki nóg mikið við tí, lønarsamráðingar við almennu fakfeløgini standa fyri framman og sum skilst, eru tað ikki smávegis lønarkrøv, sum koma. Alment lønt starvsfólk vilja eini 20-30 prosent upp í løn, vísir fíggjarnevndarformaðurin á.
Nýtsluhóvastákan
? Øll henda nýtsluhóvastákanin er íkomin, tí vit nú hava eitt lítið yvirskot á fíggjarlógini, men verða politikarar so ábyrgdarleysir at fylgja hesum ráki, fáa vit eitt fullkomið avlagað kappingarføri og harav eitt vinnulív, sum ongan møguleika hevur at bera samfelagnum uppi.
? Vit fáa eitt óhjálpið sokallað vælferðarsamfelag, sum livir av ella doyr við, hvussu góðhjartaðir danskir skattgjaldarar eru í Blokkstuðlinum til Føroyar.
? Vit skulu gloyma alt um fullveldið og innrættað okkum sum stuðulssamfelag og spæla harrar í húsi, sigur Jørgen Niclasen og heitir á politiska myndugleikan um at stinga fremstafingur í sandin og halda fast um positivu verandi gongd.
? Halda vit almennu útreiðslunum niðri og vísa afturhald í lønarkrøvum, kemur fíggjarligt sjálvbjargni av sær sjálvum. Tað hava seinnu árini prógvað, slær fíggjarnevndarformaðurin fast.
Liva uttan stuðul
Jørgen Niclasen vísir eisini á, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit halda fast nú vit hava eitt yvirskot á fíggjarlógini.
? Taka vit fíggjarlógina í ár, gjalda vit í rentu av skuld okkara uml. 400 mió. krónur. Og kortini hava vit eitt yvirskot á fíggjarlógini uppá 300 mió. krónur.
? Tað vil siga, halda vit fast og alt annað líka, hava vit 700 mió. krónur árliga til rentu og avdráttir, og tá eru bert 10 ár, til landskassin er skuldarfríur, sigur fíggjarnevndarformaðurin.
Og víðari sigur Jørgen Niclasen, at eftir hesi 10 árini, sigur tað seg sjálvt, at vit verða hesar 700 mió. krónurnar av Blokkinum fyriuttan.
? Kommunurnar rinda millum 200 og 300 mió. krónur í rentum og avdráttum árliga, og halda tær fast í 10 ár, eru kommunurnar eisini skuldarfríar, og hesin peningur leysur, og nú eru vit so, eftir hesi 10 árini, komin hartil, at samfelagið kann liva uttan stuðul úr danska Statskassanum.
? Samfelagið er nú eftir tíggju árum innrættað at klára seg sjálvt. Kappingarførið er gott og tí eru møguleikar fyri einum sterkum vinnulívi góðir og stórir.
? Hesi tøl eru fakta og tey vísa, at tað ber til, men tað er ikki lætt. Tað skulu breiðir herðar til og fólkið má standa og lyfta saman, sigur Jørgen Niclasen.
Sjálvbjargni
At enda sigur Jørgen Niclasen, sum saman við hinum limunum í fíggjarnevndini, hevur fíggjarlógina fyri sær hvønn dag, at tey, sum ræðast fullveldið og ynskja studningssamfelagið eiga at hugsa væl um avleiðingarnar fyri framtíðina.
? Sjálvbjargni má verða málið, men skulu vit náa hesum máli, mugu vit leggja vekt og rygg til okkara ætlanir um fullveldið og vísa tað í verki á fíggjarligu síðuni. Tað ber til, men er neyvan lætt, sigur Jørgen Niclasen.
Í komandi viku verður politiska viðgerðin av fíggjarlógini, har endaligu tølini fyri almennu útreiðslurnar skulu setast á. Hesa vikuna gjøgnumgongur Fíggjarnevndin fíggjarlógina, og mett verður at henda gjøgnumgongd verður liðug í vikuni.