Anna Margretha Otthamar
Foreldur at næmingi í 2. HF
Alt eftir tímatalvuni hjá einstaka næminginum skulu næmingar møta nakað soleiðis: 1 ella 2 blokkar á Vinnuháskúlanum, síðani við einum intervalli á millum 15 minuttir og ½ tíma, einstakir blokkar á Studentaskúlanum, fyri síðani enn einaferð at skifta til fyrra skúlastaðið í summum førum. Stundum skulu næmingarnir flyta millum skúlarnar, tá teir annars áttu at havt matarsteðg. Tað er helst ikki neyðugt her at grundgeva fyri, at innlæringin hjá næmingum er munandi betur, um teir fáa okkurt til matna við jøvnum millumbilum. Men hetta verða ikki stundir til hjá hesum næmingum í Hoydølum hetta skúlaárið, hóast hetta er lógarásettur rættur.
Hesar umstøður kunnu lættliga taka hugin frá næmingum yvirhøvur at ganga í skúlanum.
Meg lysti at vita hvør, ið klárar at pakka taskuna niður, ganga til Bussleiðina hjá Tórshavnar Kommunu, ferðast við bussinum niðan “nærhendis” Oyggjarvegnum (Bussleiðin hevur sjálvsagt fastlagda ferðaskrá, ið ikki er løgd av Studentaskúlanum í Hoydølum), ganga síðsta strekkið og taka skúlatingini uppaftur úr taskuni, alt uppá 15 minuttir í fleiri førum og EISINI koma til tíðina. Næmingarnir hava fingið at vita, afturat oman fyri nevndu keðiligu boðum, at møta teir ov seint verður hetta at rokna sum frávera. Heilt erligt. Og so eru tað bert lærararnir, sum fáa endurrindað útreiðslurnar til hýruvogn.
Ikki allir næmingar hava bil, og sum vit hava hoyrt nú gjøgnum fleiri ár eru parkeringsviðurskiftini við Studentaskúlan út av lagi vánalig, við tað, at alt ov fá parkeringspláss eru í mun til talið av næmingum og lærarum. Nakað av tíð man fara til at finna parkeringspláss hjá teimum næmingum, sum hava bil. Teir næmingar, sum skulu nýta buss ella ringja til onkran tey kenna, ið eigur bil, meti eg verða sleptar uppá fjall.
Hetta kunnu hvørki Mentamálaráðið, leiðsla skúlans ella býarmyndugleikar vera bekent. Hví ikki gera okkurt radikalt betri? Seta telt til frálæru upp við Studentaskúlan, útvega ókeypis skúlabuss, ið ger tað møguligt at møta á báðum støðum rættstundis, ella lata allar næmingar á skúlanum noyðast at liva við hesum umstøðum í eitt ávíst tíðarskeið, við at allir flokkar skiftast um at hava tvey frálærustøð at ferðast ímillum?
Teir næmingar, sum í løtuni skulu liva við hesum stak vánaligu umstøðunum alt hetta skúlaárið, verða væl ikki revsaðir fyri eitthvørt, ella hvussu?
Eg fari hervið at heita á Mentamálaráðið, leiðslu skúlans og onnur viðkomandi, um at taka málið upp aftur til viðgerðar. Onkur frægari loysn enn hendan man kunna finnast um viljin er til staðar.