Tá børn verða fødd ov tíðliga

Tíðargrein:

Jonna Jepsen,

Rithøvundur, stovnari av Dansk Præmatur Forening og mamma at ekstremt tíðliga føddum tvíburum

 

______________________

 

 

 

Nógvar familjur við ov tíðliga føddum børnum uppliva, at atferðin hjá teirra børnum er øðrvísi enn hjá øðrum børnum. Hetta er sjálvandi serliga sjónligt í familjum, har onnur systkin eru fødd til vanliga tíð, men atferðin hjá ov tíðliga føddum børnum er mangan somikið øðrvísi, at ikki er neyðugt við nakrari sammeting

Børn, sum koma í heimin fleiri mánaðir fyri termin, fáa eina harða byrjan. Tey byrja lívið við einari óbúnari sentralnervaskipan, og undir viðgerðini á neonataldeildin uppliva børnini pínufulla viðgerð, skilna frá foreldrunum og hópin av stressfaktorum. Eitt nú avbrotnan svøvn, akutumhvørvi við alarmum og hektiskum aktiviteti.

Óbúnu sansirnir verða skeivt ella als ikki stimuleraðir, tá barnið liggur í eini kuvøsu uttan fyri lívmóðurina. Taktila sansinum vantar stimbranina frá fosturvatninum, kinæstetiska sansinum tørvar lívmóðurveggin at trýsta ímóti, og vestibulæra sansinum restar vektloysið í móðurlívinum og kropsrørslurnar hjá mammuni.

Stimbran og menning av sansunum hevur ávirkan á fleiri aðrar lutir. Eitt nú gevur stimbran av kinæstetiska sansinum eitt økt blóðrensl og er harvið viðvirkandi til menning av heilanum og fyribyrgjan av heilabløðingum. Prematur børn hava heldur ikki ment pínulinnandi kropsskipanina, og tunna húðin og sarta sansaskipanin ger, at tey uppliva eina ógvusligari pínu enn fullborin børn gera.

Óbúnu gøgnini kunnu geva heilsutrupulleikar í fleiri ár eftir føðing, og samspælið millum barn og foreldur hevur ofta trong kor orsakað av veiku signalunum frá barninum, og tí tað ikki hevur verið gjørligt hjá foreldrunum at virka sum verjugarður millum barnið og tey negativu stimuli. Harumframt eru alt ov tíðliga fødd børn, sum hava verið í drúgvari viðgerð, meira ella minni traumatiserað.

Trupul gerandisdagur

Ymiskleikin í gerandisdegnum hjá prematur børnum er innan sansir, motorik, sálarlív og kenslur. Tú mást kenna alla søguna hjá barninum, um tú skalt finna kjarnan í teirra trupulleikum og harvið møguleikan at hjálpa barninum. Hypersensitiva barnið verður yvirstimulerað bert við eygakontakt, bróstgeving, bakgrundstónleiki, sterkum litum, nýggjum upplivingum, massasju, bað og so víðari.

Nógv prematur børn hava trupulleikar við mati orsakað av óbúnu tarmskipan síni. Tey eta kanska lítið og hava ilt, tá tey eta, og tey verða troytt, áðrenn tey eru mett. Tá tey vakna, eru svongdin stór, og tí skríggja tey ofta alt fyri eitt, tá tey vakna. Vakstrartrupulleikar eru vanligir, og óbúnu lunguni, ein viknað immunverja og drúgv viðgerð gevur fleiri prematur børnum trupulleikar við infektiónum og ógvusligum reaktiónum móti hesum.

Ofta sova børnini lætt, tey vakna lætt av brádligum ljóði og tey skulu rurast, ella tey eru bangin fyri sovna. Tey vilja ikki sova einsamøll og sjáldan sova tey leingi ísenn. Nógv prematur børn hava ofta marruna. Partvíst skyldast hesir trupulleikar vantandi svøvnrútmu og partvíst vantandi mettu. Men talan er eisini um seinkaða reaktión upp á ovurstimbran, ótryggleika og harav ein stóran samverutørv.

Traumatisku upplivingarnar í neonatalu tíðini merkja, at fleiri av børnunum hava lágt sjálvsálit og lítið álit á umheiminum. Tey kunnu tí vera ótrygg og bangin. Óttast nýggjar lutir, hendingar, menniskjur og støð, og tí hava tey eisini tørv á eini longri tættari samveru við mammuna. Hetta kann bera við sær, at børnini seinni hava stóran separatiónsótta í longri tíðarskeið.

Langtíðar fylgjur

So hvørt sum børnini eldast, ber til at meta um onnur menningarøki. Nógv prematur børn hava trupuleikar við motorisku menningini, hugsavnanini, sansaintegratiónini, samspælinum við onnur, ótryggleika, seperatiónsótta og lágt sjálvvirði. Og tey kunnu hava innlæringartrupulleikar, málsligar trupulleikar, viknaða immunverju, sovi- og etiólag og antin vera ov agressiv ella ov passiv.

Praksis í Danmark er flestu staðni, at prematur børn eftir útskriving verða fylgd av einum barnalækna. Seinfylgjurnar, sum eru nevndar omanfyri, eru fyri tað nógva uttan fyri arbeiðsøkið hjá vanligum læknum, og tí verða hesar ofta ikki uppdagaðar smábarnaárini. Vanliga koma menningar- og sosialu trupulleikarnir ikki fram fyrr enn í skúlaárunum. Og ung og vaksin, sum eru fødd ov tíðliga, kenna mangan egnar trupulleikar aftur, tá tey lesa um vanligu seinfylgjurnar hjá prematur børnum.

Hvat kunnu vit gera

Gjøgnum mínar fyrilestrar um ósjónligar seinfylgjur og umvegis felagsarbeiði havi eg havt samband við hundraðtals prematurforeldur. Tey hava nógvar felags royndir við børnunum. Fyrst og fremst hava tey lært at hugsa í heildini, tá tey meta um síni børn. Basalu tørvirnir skulu nøktast best møguligt. Tað vil siga, at arbeiðast skal hart fyri at vinna á sovi, eti og heilsutrupulleikunum.

Sosialu tørvirnir krevja minst líka hart arbeiði. Trauma’ini, viðkvomu kenslurnar, lága sjálvsvirðið og vantandi sjálvsálitið krevja ótrúliga nógvan nærleika, kærleika og umsorgan. Faktiskt eina totala góðtakan og ongan kritikk. Millum annað hava pinkubarnaterapi, spæliterapi og NLP-terapi positvar effektir við sær, og nógv uppliva, at teirra børn fáa loyst upp fyri sínum traumum og seinni fungera munandi betur á fleiri økjum.

Er talan um drúgvari samspælstrupulleikar, hevur Marte Meo-hátturin víst góð úrslit. Álvarsligir tilknýtningstrupulleikar kunnu kanska hjálpast við holdingterapi. Seinkað málslig menning krevur til tíðir samstarv við talupedagog og málsliga venjing í gerandisdegnum. Sansamotoriskir trupulleikar krevja samstarv við fysio- ella ergoterapeut og at gerandisdagurin verður gagnnýttur til sansamotoriska stimbran. Harumframt hava børn við sansaintegratiónstrupuleikum tørv á at verða fyrireikað upp á nýggjar lutir og hendingar.

Fleiri hava góðar royndir við ergo- og fysioterapi til prematur børn. Osteopati og kranio-sakral terapi uppliva fleiri foreldur eisini sum sera skjótar og effektivar viðgerðarhættir, sum skapa samband millum heilahálvurnar, rætta kroystar nakkageislar, fáa kraniupláturnar í rætta legu, skapa javnvág í rútmuni á spinalvesku, linna um strongd og skapa javnvág í gøgnunum.

Niðurstøða

Ansa vit eftir vanligu fylgjunum av framskundaðum barnsburði, og seta vit neyðugu tiltøkini í verk nóg tíðliga, kunnu vit rokna við, at tey við skúlabyrjan trívast væl og ikki hava niðursettar funktiónir. Innlit hjá foreldrum, neyðug orka og servitan eru sera týðandi faktorar fyri, um tað eydnast at bøta um fylgjurnar av truplu byrjanini upp á lívið, soleiðis at børnini fáa eina høga lívsgóðsku. Men tað er eisini tørvur á innliti og forstáilsi hjá fakfólki kring barnið og familjuna, soleiðis at heildaviðgerðin og kontinuiteturin í royndunum eisini eru til staðar í royndini at skapa tað góða lívið.