Eirikur Lindensikov
Nakað eftir miðnátt tann 18. september í 1945 stukku havnarborgarar úr svøvni av hvøllum bresti. Orsøkin var, at ein bumba brast í løgtingshúsinum.
Talan var um eina dynamitbumbu, sum løgd varð undir útnyrðingshorni á tinghúsinum. Men tann ella teir, ið løgdu bumbuna, vórðu ikki funnir, hóast løgreglan lovaði 5.000 krónur til tann, ið kundi geva upplýsingar, ið førdu til at brotsgerðin varð uppklárað.
Hol varð sprongt á grundina og nakað av klædninginum skrædnaði. Allir rútarnir brotnaðu og gipsmyndirnar av Fríðrikki 7. og 8. eins og gipsmyndin av Kristiani 9. brotnaðu, meðan myndin av Kristiani 10. varð standandi óskadd.
Rútarnir fóru í kommun uskúlanum hinu megin Vaglið, á telefonstøðini, í fleiri handlum í Niels Finsensgøtu og niðri í Vágsbotni.
Ikki uppklárað
Gitingarnar vóru nógvar um, hvør kundi hava framt brotsverkið, og tíðindi uttanlands, eitt nú úr Svøríki søgdu beinleiðis, at tað vóru misnøgdir persónar úr sjálvstýrisrørsluni, sum stóðu aftan fyri sprengingina. Politiken skrivaði, at tað kundi eingin ivi vera um, at motivini vóru politisk.
Okkara egnu bløð skrivaðu dúgliga um málið, men hóast tað ongantíð var lovaður so nógvur peningur fyrr í Føroyum til menniskjajagstran, so varð hin seki ikki funnin.
Tað vóru harðar politiskar rembingar í Føroyum um hetta mundið, tá framtíðar støða Føroya - eins og nú - stóð ovast á breddanum.
Hetta var um tað mundið, tá tingið við 13 atkvøðum fyri samtykti niðurskurðin av pundinum úr 22,40 kr í 19,34 kr, meðan Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin sum mótmæli rýmdu av tingi.
Føroyingar áttu tá tríggjar milliónir krónur pund sterling í Onglandi, sum ágóði fyri ferskan fisk, ið varð seldur øll krígsárini. Løgtingsval varð útskrivað dagin fyri bumbubrestin at vera 5. november.
Kann málið uppklárast?
Hóast nógvar gitingar, so varð ongantíð uppklárað, hvør framdi bumbusprengingina.
Politiska stríðið um ríkisrættarligu viðurskiftini varð vaft upp í illgerðina, og hetta førdi sum vera man til stóra illstøðu.
Hvussu var og ikki er ikki enn komið alment fram - men vóru motivini ikki politisk, so kann talan hava verið um vanliga ungdómsbeistagerð - onkur, sum ikki hevur vitað, hvussu stóran skaða fá kilo av dynamitti kunnu gera?
Er tað so, at kriminella firningarfreistin er 50 ár, so er kanska onkur í dag, sum kann greiða henda 54 ára gamla loynidómin?
Kelda og myndir:
Eygað Nr. 3 1974