Týdningarmikið hjá báðum

Fyri bæði liðini kann dysturin sunnudagin vera sera avgerandi fyri restina av kappingarárinum

 

B71-FS Vágar:


Upptakt


Undan kappingin varð spátt, at niðurflytingin fór at standa millum FS Vágar, EB/Streym og B71, og í so máta kann týdningurin av dystinum fríggjadagin neyvan undirmetast.


Tað eru tó ikki nervar, sum seta dám á prátið, tá vit mikukvøldið fingu orð á Eli Hentze hjá B71.

- Nú er eingin dystur hin sami, men eg haldi, at vit fingu nógv positivt við okkum frá seinasta dysti, hóat tapið fyri B36 gjørdist heldur stórt. Tað, sum serliga er gleðiligt við dystinum, er at vit sýndu ein vilja til at vinna. Vit fóru á vøllin við trimum áleyparum, og royndu at skapa nakað tað ferðina, og helst fara vit eisini at royna tað sama sunnudagin, sigur Eli.

Hann sigur annars, at allir mans í hópinum eru tøkir til dystin, og verður tað tí helst eitt sandoyarlið í sterkastu uppstilling, sum Kári Reynheim sendir á vøllin fríggjadagin.


Vágamenn vóru ikki í dysti seinasta vikuskifti, so har eru sum so eingir skaðar at taka atlit til. Hinvegin er Birgir Joensen nú aftur klárur at spæla, so burtursæð frá langtíðarskadda John Johansen, eru allir mans tøkir.

Tað verður helst eisini neyðugt, tí vágamenn rokna við einum torførum dysti, sum teir tó kortini ætla sær at fáa okkurt burturúr.

- Vit ætla okkum í øllum førum ikki at tapa. Í niðaru hálvu av stigatalvuni er hetta avgjørt ein sera týdningarmikil dystur fyri okkum, so vit mugu geva alt vit eiga.

Soleiðis sigur Hannus Olsen hjá FS Vágum, og undirstrikar har við týdningin, sum dysturin hevur fyri felagsliðið.