Tí eitt valdømi, Jógvan við Keldu

Heðin D. Poulsen

 

Løgtingslimur hjá Fólkaflokkinum, Jógvan við Keldu, hevur á heimasíðuni hjá Fólkaflokkinum og á Nordlysid.fo eina viðmerking til, hvat eg haldi um okkara valskipan. Jógvan við Keldu ynskir meg at greina nærri fyri mínum sjónarmiðum, og hví Føroyar valla kunnu samanberast við Grønland.

 

Ódemokratisk skipan

Verandi vallóg hevur við sær ódemokratiskar avleiðingar. Skipanin ger tað møguligt, at størsti flokkur í atkvøðum ikki gerst størsti flokkur á tingi. Somuleiðis er tað ójavnstøða í úrslitinum í prosentum, ið ikki er í samsvar við úrslitið í tingmonnum.

Í teimum valdømum, har tað skulu nógv færri atkvøður til fyri at velja ein tingmann, fáa teir flokkar fyrimun, sum hava undirtøku har.

Tá hugt verður eftir, hvussu nógvar atkvøður skulu til fyri at velja eitt tingumboð, so síggja vit eina grundleggjandi órættvísa skipan. Á valinum í 2004 fóru í Sandoyar valdømi 1.026 fólk á val fyri at velja tveir tingmenn. Ímeðan tað vóru 11.800 atkvøður fyri at velja teir 8 sum umboða Suðurstreymoy. Hetta merkir at 1.475 atkvøður skuldu til hvønn tinglim í Suðurstreymi, ímeðan tað einans skuldu 513 atkvøður fyri hvønn tingmannin hjá Sandoyar valdømi. Í Suðuroynni vóru tað 878 atkvøður uppá tinglimin, ímeðan tað í Eysturoynni skulu 1.380 atkvøður til fyri hvønn tinglim.

Tað er ikki talan um eina demokratiska skipan, tá atkvøður hjá summum persónum telja tríggjar ferðir so nógv sum aðrar, alt eftir hvar viðkomandi býr í landinum, tá ræður um at býta teir valdømisvaldu tinglimirnar.

Sjálvt tá teir fimm eykavaldu verða tiknir við í roknistykkið, er skipanin skeiv.

Við verandi skipan ber tað til at fáa ein meiriluta á tingi valdan við einum minnuluta av atkvøðunum frá Føroya fólki. Hetta er ikki rættvíst. Hetta er ein ódemokratisk skipan.

 

Grønland samanborið við Føroyar

Tey sum ikki vilja hoyra talan um eitt valdømi, vísa tíðum til Grønland, har tey hava eitt valdømi, ið summi ikki halda er nøktandi. Hesi eru av tí áskoðan at Føroyar skal samanberast við Grønland í hesum málinum. Eg eri av tí áskoðan, at tað ber ikki til at taka eitt einstakt fakta frá einum landi og nýta tað til samanberingar við Føroyar. Serliga ikki Grønland, sum er so sera øðrvísi frá Føroyum.

Tey flestu vita fullvæl, at Føroyar ikki kann samanberast við Grønland uttan nærri eftirkanning, men her eru nøkur fá dømir: Stødd: Grønland er umleið 1.548 ferðirnar størri í vídd enn Føroyar (Grønland er 2.166.086 km2 og Føroyar 1.399 km2). Transport: Grønland hevur íalt 150 km av landsvegi og ímeðan meira enn 80% av Føroyum eru samanbundnar við vegum, tunlum og undirsjóvartunlum eru tað bert tveir býir í Grønlandi sum eru samanbundnir við vegi, Ivittuut og Kangilinnguit. Monopol: Í Grønlandi er framvegis lógarásett monopol í summum vinnum, eitt nú innan telefon útbreiðslu og eru leivdir av kongaliga einahandlinum framvegis dominerandi í summum bygdum. Blokkstuðul: Føroyar fer í 2007 at móttaka 615 milliónir í blokkstuðli, ímeðan Grønland fer at móttaka yvir 3,2 milliardir í blokkstuðli. Politisk skipan: Grønland hevur eina yngri politiska skipan enn Føroyar. Grønland fekk ikki heimastýrið fyrr enn í 1979, og ímeðan tað fyri tað mesta eru føroyingar sum starvast í føroysku miðfyrisitingini, eru tað nógv fremmand sum starvast í Grønlendsku umsitingini, serliga danir.

Hesi eru bert nøkur fá dømi um, hvussu ótrúliga nógv øðrvísi samfelagið Grønland er í mun til Føroyar, og sum mugu havast í huga tá samanberingar skulu gerast. Tað ber ikki til bert at fyrihalda seg til eitt einkult fakta, tá samanberingar skulu gerast um so týðandi og yvirornað politisk mál sum eina valskipan, tí ein valskipan er í ávísan mun ein avspegling av samfelagnum.

 

Grønland er ikki Føroyar

Tað er tískil rættuliga ivasamt, um man kann samanbera Føroyar við Grønland sum líka partar og pástanda, at um skipanin við einum valdømi ikki riggar í Grønlandi, so kann hon heldur ikki rigga í Føroyum. Viðkomandi samfelagslig viðurskifti eiga at vera tikin við í slíka samanbering.

Harafturat siga tey, ið eru ímóti einum valdømi, at grønlendskir politikarar eru ónøgdir við hesa skipan og vilja fara aftur til ta gomlu skipanina. Sambært tí veruleika, at tann demokratiski viljin eisini ræður í Grønlandi, og at skipanin framvegis er galdandi í Grønlandi, so passar hetta einfalt ikki. Sjálvandi er tað møguligt, at ein minniluti er ímóti verandi skipan, men ein meiriluti er tað hvørt fall ikki, tí so høvdu grønlendingar havt gjørt neyðugu tillagingarnar.

 

Er tað lov?

Summi mótstøðufólk, ið hava illgruna um at teirra vald møguliga hvørvur, hava ført fram, at Edmund Joensen á ein ella annan hátt forbrýtir seg, um hann leggur uppskotið um eitt valdømi fram. Hetta er ikki so, tí sambært § 22 í stýriskipanarlógini, hevur hvør einstakur tinglimur rætt at leggja fram uppskot um løgtingslóg, og tí er tað beinleiðis lygn, tá ført verður fram, at Edmund Joensen sum tingformaður og løgtingslimur ikki skal hava loyvi at koma við hesum uppskotinum. Um hann ger ímóti onkrari fjaldari politiskari avtalu, tað er so eitt annað mál.

 

Seriøsiteturin væntar

Avgerð um at skipa Føroyar sum eitt valdømi krevur eftir mínari hugsan eina holla politiska og samfelagsliga viðgerð. Slík viðgerð tekur tíð, og kann tað tí tykjast sum um uppskotið hjá Løgtingsformanninum ikki fer at fáa tað neyðugu viðgerðina, sum slíkt mál hevur uppiborið. Løgtingsformaðurin hevði møguliga ynskt, at málið fekk drúgvari viðgerð, men kennir seg kanska noyddan at arbeiða skjótt, tí hann veit, og tað hava vit eisini hoyrt talan um, at einstakir løgtingslimir vilja gera alt fyri at sabotera eina og hvørja viðgerð av hesum málinum.

 

Hvat sigur Jógvan við Keldu ?

Nú havi eg greitt frá nøkrum av mínum sjónarmiðum viðvíkjandi einum valdømi uttan at fara í smálutir, so nú gleði eg meg at fáa nærri at vita frá Jógvan við Keldu, hvør tann politiska hugsjónin og fatanin hjá Fólkaflokkinum er og hví Fólkaflokkurin ikki ynskir eitt valdømi?