Armenski Manchester United-leikarin, Henrikh Mkhitaryan, hevur ikki verið við í hópinum sjey av seinastu átta dystunum. Seinast hann var við var í 1-0-sigrinum ímóti Brighton tann 25. novembur.
Tað er hvørki vegna skaða ella leikbann, at Mkhitaryan ikki hevur verið við í hópinum. Tað er heilt einfalt tí at venjarin, José Mourinho, í løtuni ikki hevur pláss fyri honum.
Henrikh Mkhitaryan var ikki við í hópinum, tá ið Manchester United í gjár vann 1-0 ímóti Bournemouth, og nú greiðir Mourinho frá orsøkini. Tað ger hann á heimasíðuni hjá felagnum.
- Eg kann einans hava seks útispælarar á bonkinum, og eg royni at hava javnvág í. Eg hevði tveir verjuleikarar (Lindelöf og Blind), har Blind kann spæla ymsastaðni, og so hevði eg Ashley Young til vong- og bakkplássini, sigur hann.
- Eg hevði Herrera til miðvøllin, Zlatan til álopið og Rashford til álopið ella vongin. Eg valdi at brúka Martial, Mata og Lingard, og um eg hevði valt at spælt við Mkhitaryan, so hevði eg verið noyddur at valt ein av teimum frá. Í løtuni meti eg, at teir allir hava uppiborið at vera við, sigur Mourinho.