Tú ert endað í incestbólki á Facebook

Ella soleiðis kann í øllum førum ganga, um tann óskyldigi bólkurin, tú ert limur í, knappliga skiftir navn og endamál. Tú kennir óivað bólkar sum >>Bólkurin fyri tey, ið eru ímóti djóramisnýtslu<< og líknandi, og tú ert kanska limur í teimum. Hóast vælgerandi endamálið er neyðugt at kanna, um ikki bólkurin hevur skift navn, eftir at tú ert vorðin limur, ella um hann ætlar tað. Tað kann nevnliga henda, at bólkurin skiftir navn til eitt nú >>bólkurin fyri teimum, ið hava umhugsað sex við børnum okkara<<.

Bólkurin >>fyr i okkum, ið hava havt sex við foreldrum okkar<< hevur fingið yvir 50 túsund limir orsakað av, at bólkurin broytti navn, eftir at fólk gjørdust limir, skrivar svenska Afton Bladet.

Tað er tí týdningarmikið, at ein hugsar um, um bólkar, ein er limur í, skifta navn ella endamál, um ikki ein hevur hug at bólka seg innan eina kynsliga sjangru, ið ikki er hóskandi.

Kelda: www.tv2.dk