Staddur í drusalandinum vestantil á Golan heyggjunum. Oman gjøgnum gjáirnar kemur áin Jordan fossandi. Fer skundandi millum klettarnar á ferð síni oman at slættari lendi í Jordandalinum, har hon fyrst rennur út í Genesaretvatnið og síðani heldur ferð sína gjøgnum dalin alla leiðina suður at Deyðahavinum, har hon verður burtur.
Hetta er søguligt land, sum ferðaleiðarin, Moshe, veit at siga um. Hann er jødi og ikki heilt einki errin av navninum Moshe, sum hann sigur merkir Móses. Og tað er helst ikki so galin fýrur at vera kallaður upp eftir her á hesum leiðum.
Vit koyra við lítla Pegeuot bilinum niðan frá Genesaret vatninum og nakað niðan í Golan landið, har hann sneiðir av oman at Jordan ánni.
Havi ikki verið her fyrr, men vænti ikki nakra stóra á kortini, tí sum lisið er frá øðrum, ið framman undan hava ferðast her, verða fólk ofta vónbrotin, tá tey síggja hesa ánna, ið tey hava ímyndað sær sum eina stilla, breiða á, har Jóhannes framdi sín doyparagerning, og sjálvur Harrin varð doyptur. Men tað var nú ikki her uppi, at tað hendi, uttan niðri á slættanum við Jeriko.
»Hetta hendi í Betániu hinumegin Jordan«, sum Jóhannes evangelistur veit at siga frá.
So eg verði ikki kløkkur av, at hon í grundini minnir nakað um Stórá í Sandavági niðanvert Fosshyl ein regndag. Jordan er bara eitt sindur smalari her uppi.
Men hvør veit? Kanska er hetta júst staðið, har Símun Pætur í síni tíð fekk at vita, at hann var kletturin, sum kristna kirkjan skuldi grundast á?
Teir komu úr bygdarløgunum við Kesarea Filippi beint her omanfyri, sum vit nú standa.
Hetta er gamalt partisanland, har væl ber til at goyma seg i gjáum og hellum ymsastaðni í fjallalendinum niðan móti Hermon fjallinum.
Hetta samansetta fylgið, sum komið er oman við ánni, man hava sæð heldur skirvisligt út. Her vóru, umframt meistaran sjálvan, teir tólv lærusveinarnir, hann hevði valt sær, og so hesi útskotini av verðini, sum eingin annar vildi kennast við.
Tollarar og skøkjur, ið samfelagið ikki vildi vita av. Spedalsk, ið útstoytt vóru, men sum Jesus hevði grøtt, og sum nú fylgdu honum. Tey við illum andum, sum hann hevði rikið út. Hesi, sum í dag ivaleyst høvdu fingið eina diagnosu sum skizofren ella á annan hátt sinnisveik.
Alt skramblið, sum tað betra slagið vísti frá sær, savnaði hesin merkiligi maðurin, sum her gekk og fjakkaði um bygdirnar.
Men nú var komið so vítt hjá honum, at tað var farið at sansa at. Hann hevði verið í so bondskur við yvirvøldina. Serliga ta gudiligu. So nú lógu teir honum beinleiðis eftir lívinum. So best mundi tí vera at halda seg burtur eina tíð fyri líkasum at slætta sjógvin eitt sindur.
Og partisanlandið í Golan er sum skapt til at krógva seg soleiðis, so har valdi hann at fara við hesum, sum eftir vóru av teimum mongu, sum stutt frammanundan høvdu troðkast um hann á heyggjunum kring Genesaretvatnið.
Nú koma tey oman aftur við Jordan, og Jesus spyr lærusveinarnar, hvønn menn siga menniskjusonin vera.
Og Símun, bragdligur sum hann er, tá við rekur, heldur seg fram at og staðfestir, at hann er Kristus, sonur hins livandi Guðs.
Kanska standa teir og hyggja at einum steini har úti í ánni, sum streymurin fer fossandi um, og Jesus peikar á steinin og sigur:
? Tú ert Pætur (tað merkir klettur), og á hesum kletti vil eg grunda kirkju mína, og helheims portur skulu ikki fáa vald á henni.
Steinarnir liggja enn í Jordan ánni. Og enn berjast partisanarnir í heiminum. Hóast hetta økið í dag er rættiliga friðaligt og tykist nógv meira vinaligt enn tað orð, tað hevur á sær.