Tí gavst hann í Kringvarpinum

– Høvuðsorsøkin til, at eg gavst í Kringvarpinum nú var, at arbeiðsbyrðan var stór, og vaktarskemaði var náðileyst, tá man hevur trý smá børn

Eftir at hava starvast í føroyskum miðlum í fimm ár, fór kendi sjónvarpsverturin og journalisturin, Sólvit Nolsøe, í starv sum skrivari hjá Fólkaflokkinum 1. apríl.

– Høvuðsorsøkin til, at eg gavst í Kringvarpinum nú var, at arbeiðsbyrðan var stór, og vaktarskemaði var náðileyst, tá man hevur trý smá børn. Í Kringvarpinum møttu vit til arbeiðis um átta tíðina, og vóru sjálvdan heima, áðrenn klokkan var farin av átta um kvøldið. Mikudag, tá eingin tíðindasending er, verður ofta brúktur til at leggja næstu sending til rættis, sigur Sólvit Nolsøe á sandoyarmáli við eyðkenda álvarsliga eygnabránum.

– Tað er høvuðsorsøkin. Eg vil vera meir heima, meðan børnini eru smá, staðfestir hann síðani.

– Eg havi ikki beinleiðis leitað eftir nýggjum arbeiði, men so kom hetta tilboðið frá tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum. Vit tosaðu saman í nakrar dagar, og at enda tók eg av. Eg havi ongantíð tikið eina so stóra og lutfalsliga spontana avgerð so skjótt fyrr, leggur hann aftrat.

Les longri samrøðu við Sólvit Nolsø í blaðnum Vikuskifti í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið