Dinamo Bukarest spældi í gjár málleysan javnleik móti Pandurii í rumensku landskappingini. Kaj Leo í Bartalsstovu bleiv skiftur inn seinastu tíggju minuttirnar.
Fylg Ítróttinum hjá In.fo, Sosialinum og Rás2 á Facebook við at trýsta HER
Dinamo Bukarest kom í trupulleikar í seinna hálvleiki, tá Romario Kortzorg bleiv útvístur. Alíkavæl bleiv pláss fyri framrættaða føroyska landsliðsspælaranum seinastu tíggju minuttirnar.
Gøtumaðurin hevur ikki fingið so nógva spælitíð seinastu dystirnar, men vónar at fáa fleiri minuttir á vøllinum seinastu umførini av landskappingini.
Dinamo Bukarest, sum var á útivølli, er í harðari kapping við júst Pandurii um triðja plássið, har bæði liðini hava 35 stig.
1
7
5
1
1
12
4
8
42
2
8
5
2
1
13
6
7
39
3
8
2
5
1
9
6
3
35
4
8
2
5
1
7
8
-1
35
5
8
0
2
6
5
17
-12
25
6
7
0
3
4
5
10
-5
22