Tá ið tey fimm arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag fóru til hús hóskvøldið, samdust tey um at leingja sáttmálan til á midnátt í kvøld. Sáttmálin gekk annars út leygardagin.
Klokkan 10 í dag vórðu samráðingarnar tiknar uppaftur.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur boðað frá, at felagið ongar viðmerkingar hevur til samráðingarnar enn.
Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki sigur, at tað gongur spakuliga frameftir. Hon sigur, at okkurt smávegis er komið upp á pláss.
- Eg haldi, at samráðingarandin er góður, og virðing er millum partarnar, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Enn eru partarnir ikki komnir til lønarspurningin, sum plagar at vera ta stóra stríðsevnið.
Samráðingarnir fara væntandi at halda á til langt út á kvøldið, og finna partarnir ikki útav at samráðast víðari, verða boð send eftir semingsstovninum.
randi@sosialurin.fo