Tá havið tók abba

Løgið at hava ein abba, sum tú bara hevur hoyrt um og ongantíð kent. Og enn tá hoyrt um frá øðrum, har tey flestu heldur ongantíð hava kent hann. Sum við so nógvum øðrum føroyskum monnum, er orsøkin tann, at hann gekk burtur á ungum árum

SKIPSVANLUKKA

 

Myndin av honum hongur framvegis á vegginum í barndómsheiminum,og eg havi altíð fingið at vita, at eg líkist honum, sjálvt um hann doyði eini 37 ár, áðrenn eg var føddur. Ja, ikki eingang pápi mín kom at kenna hann, tí hann var bara eitt sindur meirienn hálvt árs gamal, tá abbi fórst í eini skipsvanlukku.

 

Soleiðis er hjá mongum føroyskum familjum, har so nógvir mans eru farnir á sjónum. Í okkara familju var feigdardagurin ella feigdarkvøldið 4. apríl 1924. Illveður var í Íslandi, og sluppin

Anna, sum abbi var við, legði seg at kroka undir landi, men rak eftir

øllum at døma inni í brimið og fór á land við Staðarberg vestanfyri

Grindavík á Suðurlandinum.

 

Ongin av teimum 17 monnunum kom frá hendingini við lívinum, og eftir komu at sita eini 30 faðirleys børn. Og Toftir, har Anna hoyrdi heima, var serliga hart rakt, tí sjey av monnunum vóru av Toftum. Heili 20 børn í eini luftalsliga lítlari bygd tá, mistu pápa sín hesa illveðursnátt undir íslendska Suðurvesturlandinum.

 

Fýra av hesum vóru pápi mín og systkin hansara. Ella rættari, tey vóru trý, tá vanlukkan hendi, meðan tað fjóra – ein pápabeiggi mín – varð føddur nakrar mánar aftaná.

 

Hjá abbasystir míni var uppaftur verri statt. Har gjørdust sjey dreingir farðirleysir. Hvussu hart hetta hevur rakt, ber als ikki til at ímynda sær fyri okkum, sum ikki hava upplivað hetta. Eg minnist

ongantíð ommu mína hava tosað um hendingina við meg – kanska tí hon doyði longu, tá eg var 13 ára gamal. Men hetta merkti hana nógv, tí sjálvt um hon ikki hevði fylt tredivu, tá hon gjørdist einkja, gekk hon í svørtum líka til sín doyggjandi dag; 79 ára gomul og eftir øllum at døma útslitin.

 

 

Einkja tók barn til sín

 

Sum Theodor Poulsen, abbasonur skiparan á Onnu og uppkallaður eftir abba sínum, segði við eitt minningarhald í Reykjavík í 1999.

»Ein einkju, ið sat eftir við fýra børnum, fann kreftir til at taka

eitt barn afturat til uppfostran.«

 

Kvinnan, hann sipar til, var omma mín, sum enntá hevði kreftir at taka eitt eitt barn til sín afturat. Tað var frá beiggja hennar í Kollafirði, sum hevði mist konuna. Orsøkin var ivaleyst, at hann sat einsamallur eftir við uppaftur fleiri børnum.

 

Í minningartaluni, sum er endurgivin í FF Blaðnum 26. august 1999, segði Theodor Poulsen eisini:

»Líðingarnar hjá hesum kvinnum, sum sótu eftir við ongum forsyrgjara,

kunnu vit bert hugsa okkum til. Hesar kvinnur blivu ikki pyntaðar við riddarakrossum ella øðrum stási. Tær stríddu seg gjøgnum lívið við einum øðrum krossi fyri eyga. Tað er torført at ímynda okkum støðuna umborð á Onnu hetta vanlukkukvøldið í 1924. Útgerðin umborð á gomlu

sluppunum var kumpass og segl, so tá veður og streymur ikki var til vildar, ja, so hendi tann vanlukkan, sum vit minnast í dag. Útgerðin umborð á skipum og bátum í dag er nógv og góð. Skipini hava stórar motorar. Vit hava radarar, gyrokumpass, loranc, satellitt-navigatión, ekkolodd, plottara og aðra útgerð, umframt veðurforsagnir fleiri ferðir um dagin. Frá Onnu bar ongin boð í bý, so vit kunnu bert gita, hvat hendi har umborð. Hendingin var skelkandi, bæði fyri fólkið í

Grindavík, sum sóu líkini reka upp á land, og skelkurin var ikki minni

heima í Føroyum, tá boðini komu fram.«

 

Og Theodor Poulsen leggur afturat: «Søgan um hendingina, tá Anna gekk burtur, var ein partur av barnalærdómi okkara. Óverulig, tí vit høvdu ongantíð kent abbar okkara og kortini verulig, tí hon var ein partur av lívinum hjá foreldrunum.«

 

Børnini merkt av sorgarleiki

 

Og sjálvur má eg ásanna, at hetta merkti foreldur okkara, sum tá vóru børn. Í okkara føri pápa mín, pápabeiggja og tær báðar fastrarnar. Hvussu tungt tað átti at vera at vaksa upp uttan ein pápa, sum fyri tað fyrsta var forsyrgjarin, men sum eisini skuldi havt tikið lut í uppalingini. Og ikki minst hetta; at hava ein pápa at síggja upp til.

 

Pápi mín tosaði ikki nógv um, hvussu tey sum familja komu ígjøgnum barnaárini, men eg haldi, at hetta merkti hann alt lívið. Hann leit ongantíð upp á, at onkur annar skuldi klára tingini fyri hann, men vildi gera alt sjálvur.

 

Einasta av børnunum, sum minnist abba okkara, var elsta fastir mín, sum nú er 88 ára gomul, men sum var undir fýra ára aldur, tá abbi – ella rættari – pápi hennara fórst. Hendingin kom merkja hana sera nógv, og hon er nokk tann, sum hevur tosað mest um tann stóra missin fyri familjuna.

 

Á eini mynd, sum eg eisini eri uppvakstin við á vegginum, har omma hevur latið seg avmyndað saman við børnunum, tá fjórða barnið var komið í verðina – og sum eftir myndini at døma er tikin nakrar mánaðar eftir hendingina – kann ein í teimum álvarsomu eygnabráðunum týðuliga síggja, at familjan er rakt.

 

Líðingarnar hjá hesum familjum, sum sótu eftir við ongum forsyrgjara, kunnu vit bert hugsa okkum til. Tíðirnar vóru ringar og versnaðu árini eftir, til fiskaprísirnir náddu botnin í 1929. At koma undan og geva børnunum mettuna, var ivaleyst ein kampur hvønn einasta dag.

 

Nýggj minnispláta

 

Ein gravsteinur varð reistur yvir teir 17 sjólætnu mennirnar í gamla kirkjugarðinum í Reykjavík beint omanfyri Tjørnina.

Oman á gravsteinunum stendur:

»Hvil i fred, og Gud i vold være eders sjæle, om jeres grav, blev bølgen kold, eller her i dvæle.«

 

Á forsíðuni á steinunum stendur:

»Til minde om 17 færøske fiskere, der forliste med kutteren Anna af Tofte ved Grindavik 5. april 1924. 14 hviler her.«

 

Dagfestingin er ikki heilt røtt, tí sambært íslendskum eygnavitnum

fór hendingin fór fram um kvøldið 4. apríl. Níggju av manningini vórðu funnir næstan beinanvegin, meðan fimm róku upp nakað seinni.

Tríggir komu ongantíð aftur í aftur.

 

84 ára gamli pápabeiggi mín, Jákup Michael Mikkelsen á Toftum, sum er uppkallaður eftir abba – ella pápa sínum – tók í fjør stig til at gera eina minnisplátu á Grótvirkinum í Skopun, har øll nøvnini á teimum sjólætnu standa á. Í heyst vóru hann og Ove Heinesen úr Leirvík, sum var abbasonur ein av manningini, í Reykjavík við talvuni at seta á grøvina við síðuna av steininum, so eftirtíðin ikki gloymir, hvørjir hesir mennirnir vóru, sum funnu sína vátu og køldu grøv eitt myrkt illveðurskvøld fyrst í apríl 1924.

 

Við hátíðarløtuna leygardagin 13. september vóru sendikvinnan í Reykjavík, Gunvør Balle, hjástødd, saman við einum sangara úr Kallakór Reykjavíkur, ið sang tveir sangir.