Tá heimsins bestu blivu bukaðir

Gullvinnarin, silvurvinnarin og bronsuvinnarin frá heimsmeistarakappingini herfyri vóru har. Men á gyltu geil fýra í Tašmajdan svimjistadion var vágbingurin, sum ósmæðin bjóðaði av til bank. Og Pál Joensen helt tørn, veittraði farvæl eftir fyrsta triðingin, og svam evropeiskt gull heim til Føroyar

Í finaluni í heimsmeistarakappingini fyri juniorar í Meksiko fyri góðum trimum vikum síðani vóru heitastu nøvnini á 1500 metrum frí Krzysztof Pielowski úr Pólandi, Artem Podyakov úr Russlandi og Raoul Shaw úr Fraklandi. Hestir tríggir garpar vunnu tá ávíkavist gull, silvur og bronsu finaluni í hesi grein.

Allir tríggir vistu teir í gjárkvøldi, at á Tašmajdan svimjistadion í Beograd var ein avbjóðari, sum legði líka í teirra tittlar og tíðir – av tí einføldu orsøk at hann sjálvur hevði svomið skjótari. Ikki í Meksiko, men í Gladsaxe.

Teir fylgjast fyrstu 500 metrarnar, serliga Shaw bítur frá sær og vil treyðugt lata vágbingin fara til stroks í serbiska høvuðsstaðnum. Lið um lið togast teir um fyrsta plássið, meðan polakkurin í miðjuni spakuliga dragnar. Men so fer Pál Joensen avstað. Tak fyri tak tekur hann seg fram um hinar, skjótt er hann leysur og sær seg í roynd og veru ongantíð aftur um bak. Restina av kappingini svimur hann leysur av stjørnunum, meðan Pielowski, Shaw og Podiyakov berjast um restina.

- Taktikkurin var, at eg skuldi leggja rímuliga spakuliga út og halda meg líka frammanfyri hinar og koma í ein rútmu. So kom fransmaðurin eitt vet fram um meg, men kortini hevði eg tamarhald á støðuni. Og tá 500 metrar vóru eftir var eg so nógv fremstur, at eg tá byrjaði at syngja tjóðsangin, sigur Pál Joensen brosandi.

Hann fekk sín tjóðsang, meðan Póland og Frakland spældu aðru og triðju violin.

Pál Joensen svam teinin við tíðuni 15:18:37. Góð seks sekund frammanfyri polakkin og stívliga sjey sekund frammanfyri fransmannin. Kortini er venjarin ikki heilt nøgdur við avrikið:

- Tíverri riggar taktikkurin ikki heilt, og hinir hava einki at bjóða uppá. Tað er eitt sindur skuffandi, ljóðar fyrsta viðmerkingin frá Jón Bjarnason.


Gulltíð uttan tíð

Samstundis sum nú tvífaldi gullvenjarin sjálvsagt er fegin um evropeiska gullheiðursmerkið hjá sínum svimjara, so livur hann løtuna so fullkomna, at hann loyvir sær at finnast at:

- Ætlanin var at byrja varliga fyri síðani at koyra tempo’ið upp eftir fyrstu 500 metrarnar. Tað gjørdi Pál eisini, uttan tó at fáa frekvensin nóg langt upp. Tí endar hann við at svimja sína bestu tíð við lægsta frekvensi. Eg kundi ynskt mær eina betri tíð frá Pál, og tað hevði hann eisini fingið, um mótstøðan var har. Men teir hava bara ikki meira at bjóða uppá, tíverri.

Landsliðsvenjarin og persónligi venjarin hjá Pál Joensen nýtir serbisku sólina. Ikki hana á himni, men sólina, ið skínur beint á unga vágbingingin og kastar fjálgar og flógvar strálur yvir teirra felags arbeiði síðstu tvey árini.

Av áskoðaraplássunum sær hann oman á sín gullfugl, sum annað kvøldið á rað stendur ovast á heiðursmerkjapallinum og tekur ímóti. Pál Joensen ber eyga við føroyska ferðalagið, brosar og veittrar. Ongantíð áður hevur hann svomið 1500 metrar so skjótt til eina kapping, og hóast ambitiósi vágbingurin hevði ætlað sær at svomið enn skjótari enn hann gjørdi í kvøld, so rakk avrikið so dyggiliga til gull. Málið hjá einum meistara er altíð betra seg, og meðan Pál Joensen stendur har sum evropameistari fyri juniorar, sníkir ein spurningur seg spakuliga framat eitt sekund. Hvat verður tað næsta? Hann hevur lagt allar teir bestu juniorar í heiminum aftur um seg, beinleiðis flongt teir.


Eitt sekund til ein muss

Eins og kvøldið fyri var Pál Joensen høvuðspersónurin sjálvur beinanvegin eftir heiðursmerkjahandan tikin til síðis til dopingroynd. Og so skuldi hann hava viðgerð frá fysioterapeutinum hjá svenska landsliðnum.

Ímeðan sótu foreldur, lítlibeiggin, gentan og vinfólk hjá familjuni í Vági við café’ina ovast á Tašmajdan svimjistadion og fingu ein svalandi drykk í skýmingini. Hýrurin var sjálvsagt góður, og telefonirnar sungu við, tá smsboðini vunnu vegin fram úr Vági til Beograd.

- Nei pínadoy. Nú hava tey skotið rakettir har heima, og bilarnir floyta í gøtunum, ljóðar ein av staðfestingunum við borðið eftir at samband hevur verið norðureftir.

Brádliga hómast teir aftur niðri við hylin. Pál Joensen leypir útí og brýtur eina løtu spegilsklára vatnið á Tašmajdan. Ringarnir í vatninum órógva seinastu, lýsandi tølini frá úrslitatalvuni við hylin, og eina løtu ber ikki til at lesa reyðu tølini, sum speglast í vatnskorpuni. Jón Bjarnason setir seg at húka við kantin. Friðurin er fullkomin, og tað tykist sum tvífaldi evropameistarin blívur eitt við vatnið og serbiska kvøldið.

Allir hinir svimjararnir frá finaluni á 1500 metrum eru langt síðani farnir avstað. Silvurvinnarin, bronsuvinnarin og hinir fimm. Bara meistarin er eftir á Tašmajdan.

Pál kemur uppaftur úr vatninum og prátar róliga við sín venjara. Hása røddin hjá Maluni Bærentsen sker seg ígjøgnum kvøldarkvirruna, haðani hon stendur niðast á áskoðaraplássunum. Pál vendir sær og smílist. Jón hevur hug at arga eina løtu, og sigur at teir mugu fara avstað beinanvegin. Teir flenna, og Pál leypir síðani niðan til hennara. Jú, hann fær tíð til at geva gentuni ein muss, áðrenn bussurin koyrir teir báðar heim á Hotel Continental at sova.