Jógvan við Keldu
-----
Nú greinskrivarin sammetir eitt fiskiloyvi við grundarlagi undir dyggum fíggjarligum íløgum og satsningum við eitt sílafiskiloyvi, haldi eg, vit eru komnir á mál
Tað tykist sum um, tá felag ella einstaklingur hevur “ov” stóran vinning, eru nøkur – ikki so fá – í trupulleikum. Soleiðis kennist Teitur Vágadal.
Minnist frá 1993, eg sat sum borgarstjóri í Klaksvík tá. Alt samfelagið var farið av knóranum, tøgn var á øvundarøkinum um vinnulívið um allar Føroyar. Tá stigu virkisfús fólk fram, og hóast fátæktin var í eygsjón, tóku hesir av møguleikanum at fáa útvega fiskiloyvi. Her vóru tungar avgerðir tiknar og dyggar íløgur framdar, tað m.a. gjørdi, at arbeiðsloysið her fór úr 20 prosentum niður í onki og festi íaftur føroyska útflutningin.
Hetta var tað, evropeiskir politikarar ídag tosa so populert um og leingjast eftir, “ein kick-start” - privatur. – Churchill segði: “Tað er helst bara einaferð í lívinum, tú fært eitt prik á økslina, tekur tú ikki møguleikan tá, kemur hann ongantíð aftur”! – Tað eru hesi fólk, ið liggja fyri stóru øvundini ídag, nú tey bæði hava bjarga sær sjálvum, okkum øðrum og øllum samfelagnum
At nøkur eru, sum lata ágangin fara aftur við borðinum, men bara virka víðari hóast ákoyringar, so vit øll onnur kunnu liva og liva væl, ger, at vit ídag hava eitt sera gott samfelag at liva í her í Norðuratlantshavi.
Almenni raksturin mettast ikki
Hetta ger, at arbeiði er so gott sum til allar hendur, at lands- og kommunukassar fáa teirra stóru og øktu inntøkur við skatti, mvg og øðrum avgjøldum. – Men hetta er helst ikki nóg mikið fyri summi!
Varð tilfeingisskattur brúktur til annað enn at økja almenna raksturin, t.d. til tiltrongda marknaðføring og menning av føroyskari framleiðslu, so var tað nakað. Almenni raksturin mettast ikki.
Marknaðarkreftirnar
At ein hevur útvegað sær eitt fiskil0yvi ger, at vit fáa okkara allra tilfeingi til høldar, sum hann sjálvur saman við manning við dugnaskapi virðisøkir og so selur tað til annan dugnaligan fyri tann prís, teir gerast samdir um. Er tað ikki júst hetta sum letur marknaðkrefturnar ráða! Eitt eitur á forrætningsmáli “Good will”, kann tað ikki brúkast í hesum føri – Hvat er galið?
Nú er samfelagið vorðið so stuttligt, at fyrsta dagin kanska hugsast, nú løgini hjá Frændur, eru fólkaogn, ella fólksins ogn, at onkur kemur við uppskoti um at hesir skulu gjalda tilfeingisgjald, tí teir brúka jú okkara nátúrutilfeingi. – Tað eru jú nøkur sum skapa, meðan vit onnur njóta og so aftur onnur, sum bara fyri eitt gott orð finnast at!
Men tá greinskrivarin fer at sammeta fiskiloyvi við grundarlagi undir dyggum fíggjarligum íløgum og satsningum við eitt sílafiskiloyvi, tá haldi eg vit eru komnir á mál, tí tá er hugburðsmunurin í og so stórur.
Íverksetarin bestur tá avlopið er stórt
Til seinast hesaferð kann staðfestast, at í Føroyum er frælsi til at gera júst tað ein ætlar, okkara fólk skulu bara hava vilja, áræði, dirvi, evni, arbeiðssemi, visjónir – ikki bara dreymar. Tað hava vit brúk fyri, og tey sum fara til verka, skulu ikki bara vera hildin dugnalig við byrjan av íverksetan, men so sanniliga uppaftur meira, tá tey vinna stórar upphæddir, tástani er framgongd í landi okkara. – Gamla søgan um USA og Evropa er jú: “Tá ein amerikumaður keypir ein Rolls Royce, sigur amerikumaðurin, “ein sovorðnan ætli eg mær einaferð at hava”, meðan evropearin sigur, “handan vóni eg ikki, at hann varðveitir leingi””.
Annars havi eg – sum eg lovaði - eina aðra grein, sum bíðar, men nú kom aftursvarið frá Teiti “Latum okkum virða vinnuna 2” áðrenn.