Prísurin fyri at vinna átti at havt verið einar hundrað túsund krónur, sum spælararnir kundu lutað ímillum sín. So hevði hýrurin, spenningurin og intensiteturin havt verið, sum hann plagdi at vera í stevnudystunum í gomlum døgum. Tað vil siga, inntil tað gjørdist vanligt, at landskappingardystir vórðu stevnudystir.
Hetta hevði tilkomin fótbóltsáhugaður fyri munni, tá ið tað frættist, at KÍ og HB skulu spæla steypadyst á Norðoyastevnu. Soleiðis plagdi tað at vera, inntil landskappingin gjørdist so mikið stór, at tað ikki bar til so at siga at friða stevnudagarnar fyri landskappingini.
At spæla um steyp var nakað heilt serligt. Steypahillarnar í t. d. KÍ og HB hølunum boða frá mongum stórum stríði, tá ið tað vóru heiður og æra hjá bygdini og býnum og viðhaldsfólkunum og felagnum, sum stóðu upp á spæl, og tað var framúr at koma til hús aftur við steypi.
Nú er hetta so nógv øðrvísi. Innandura kappingar millum tey minstu bera steyp og heiðursmerki við sær í vinningi, og tí mundi tað vera, at omanfyri nevndi helt fyri, at um onkur hevði havt sett einar hundrað túsund krónur upp á spæl til liðini at dystast um, so hevði intensiteturin ivaleyst verið, sum hann plagdi at vera, tá ið stóru stevnudystirnir, sum vóru steypadystir, vóru á skránni.
Minnið frá 1964
Hjá teimum, sum vuksu upp í Klaksvík í sekti árunum, standa nógvir rimmar fótbóltsdystir ristir í minninum, og eisini var talan um hendinga spennandi stevnudystir.
Á Norðoyastevnu í 1964 høvdu lærararnir í Klaksvíkar skúla, sum hann tá varð nevndur, sett steyp út til KÍ og HB at kappast um á stevnuni. Úrslitið henda sunnudagin gjørdist 2-2, eftir at tað varð spælt út um allar vanligar spælitíðir, sum John Reid Bjartalíð, sáli, og táverandi formaður í KÍ, tók til. Dómarin blásti dystin av, tí hann sá tað fyri at vera ábyrgdarleyst at spæla longur. Eitt mark er fyri tað menniskjan tolir, vildi John Reid vera við í KÍ søgubókini, sum hann førdi inntil miðskeiðis í sjeyti árunum.
Aftan á dystin bjóðaðu lærararnir sær til at geva liðunum báðum hvør sítt steyp, og tí ber til bæði á KÍ steypahillini og á HB steypahillini at síggja steyp, sum stava frá Norðoyastevnuni i 1964.
At fótbóltsdysturin gjørdist so drúgvur, bar við sær, at øll skráin varð broytt og okkurt varð strikað úr skránni. Tá í tíðini var tað óhugsandi, at t. d. togtogan og rennikapping kundu vera á og við tennisvøllin, sum tá var á Skúlatrøðni, samstundis sum spennandi fótbóltsdystur var á vøllinum. Tað bar ikki til.
Týska vitjanin
Eisini dysturin á Norðoyastevnu í 1967 man standa frammarlaga í huganum á mongum. Tá í tíðini var tað ikki hvønndags kostur, at fremmandir spælarar og lið vóru at síggja - hvørki í kjøti og blóði á klettunum og sjálvandi heldur ikki í sjónvarpinum, sum var fleiri ár burturi úr Føroyum tá. Hetta var nógv ár frammanundan, at tað fleiri ferðir um dagin bar til at síggja feløg, lið og spælarar av fremsta slag kring allan heimin royna seg á skíggjanum í stovuni.
B36 hevði boðið týska felagnum Lübeck henda vegin. Talan var um semiprofessionelt fótbóltslið, sum tað var nevnt tá. B36 bjóðaði KÍ at spæla ímóti týsku gestunum á Norðoyastevnu. Kostnaðurin fyri at fáa liðið norður var 10 túsund krónur. Tað varð mett at vera stór upphædd hjá felagnum at binda seg til, og onkrir ivaðust og himpraðust, um nú hetta mundi vera tað rætta.
Óvanliga nógv fólk var til stevnudystin, sum varð spældur í hendinga góðum stevnuveðri. Týsku gestirnir góvu klaksvíkingum eina lektión í, hvussu væl betri fórbóltsspæl enn tað, sum besta liðið í Føroyum tá megnaði, skuldi stílast og spælast.
Týska liðið vann 5-1. Í Klaksvík hevur mangan verið tikið til málið, sum KÍ skoraði fram ímóti dystarenda. Í fyrsta dystinum á Føroya ferðini, sum í vánaligum líkindum varð spældur ímóti vertunum úr B36 fríggjakvøldið undan Norðoyastevnuni, varð týski málverjin skaddur. Tí vardi Jørleif Kúrberg, sum plagdi at verja málið í 2. deild hjá B36 um hetta mundið, týska málið, tá ið teir spældu á Norðoyastevnu.
Í 2. hálvleiki varð Jákup Gerðalíð, sum fyri tað mesta var á næstbesta KÍ liðnum, men hendinga ferðina var á besta liðnum, settur á vøllin. Úr heilt stórari fjarstøðu og eitt sindur til vinstru smekkaði hann til ímóti eystara málinum, og bólturin fór sum eitt, so segði maðurin, projektil dygst inn undir samankomingina aftanfyri Jørleif Kúrberg, sum gjørdi tað, sum hann var mentur, fyri at verja fyri.
Nógv mál eru skotin á Norðoyastevnu, men tey munnu vera fá, sum hava verið so nógv umrødd sum málið, ið Jákup Gerðalíð gjørdi í 1967.
At veðrið var so gott, at mótstøðuliðið tóktist so spennandi, og at klaksvíkingar tá vóru ógvuliga stinnir bar við sær, at risa upphæddin upp á tíggju túsund krónur kom inn í atgongugjaldi.
Fyrsta brotssparkskappingin
Tað hevði væl borið til at oyst nógv fótbóltsminni frá Norðoyastevnunum. Her skal bara eitt verða tikið fram afturat. Tað stavar frá 1970, tá ið tað, sum tað so mangan hava verið fyri og síðani og aftur í ár, vóru HB og KÍ, sum spældu.
Hesa ferðina var aftur javnt. Úrslitið varð 2-2. Tað var valár, men tað mundi neyvan vera av tí orsøk!, at Hákun Djurhuus, sáli, tingmaður og fyrrverandi løgmaður, trein eftir umdystin á vøllin fyri at røkka sama semingi, sum tá ið lærararnir høvdu latið steypið at kappast um seks ár frammanundan.
Klaksvíkar klubbi hevði latið steypið at kappast um á hesi Norðoyastevnuni, og endin á dystinum gjørdist søguligur. Tað gjørdist hann á tann hátt, at hetta var ivaleyst fyrsta ferðin, at ein fótbóltsdystur í Klaksvík varð avgjørdur í brotssparkskapping. HB fekk øll síni fimm skot úr ellivu metrum í málið, meðan KÍ misnýtti eitt skot. Steinbjørn Jacobsen, sum ofta plagdi at vera brotssparksskjútti, sendi sína roynd í stólpan aftanfyri HB málverjan.
Og so var setningurin um at skriva eina grein um fótbóltin á Norðoyastevnu enn eina ferð rokkin. Nú fara klaksvíkingar og havnarmenn enn eina ferð at takast. Fyrr í vár vunnu klaksvíkingar á heimavølli landskappingardystin ímóti HB. Tá varð hetta roknað sum ábending um, at KÍ fór at verða væl fyri í kappingini í ár. Síðani hevur tað gingið væl hjá HB og minni væl hjá KÍ. Men sigur á Norðoyastevnu á HB hevði ivaleyst lyft lagnum eitt sindur í Klaksvík. So mikið høgt verða uppgerðirnar ímóti HB framvegis settar í Klaksvík. Eisini um talan er um uppgerð á Norðoyastevnu, sum ikki longur hevur tann týdningin, sum dystir av hesum slagnum høvdu fyri einum mannaminni og gott og væl tað síðani.